Miðnám á Kambsdali skal bjóða eitt breitt úrval av skipaðum miðnámsskúlaútbúgvingum.
Miðnám á Kambsdali skal skapa vitanarvøkstur í økinum saman við fólki, felagsskapum, vinnu, kommunum og stovnum.
Á Miðnámi á Kambsdali ynskja vit at kveikja hugin hjá næminginum at læra mest møguligt.
Á Miðnám á Kambsdali vilja vit menna virknar og ábyrgdarfullar borgarar.
Hetta gera vit við at stimbra fakliga dygd, arbeiðsgleði, samstørv og nýhugsan.
Faklig dygd í støðugari menning
› Næmingalagað undirvísing
› Avýting eftir øðrum skúlum
› Støðug starvsfólkamenning
› Vitanardeiling
Arbeiðsgleði hjá starvsfólkum og næmingum
› Væl skipað ársætlan
› Viðurkennandi samskifti
› Góðir arbeiðsvanar
› Savnandi felagsskapur
Samstørv innanlands og uttanlands
› Føst skúlasamstørv kring allan heim
› Vælskipað samstørv við fólkaskúlar og hægri lærustovnar
› Skipað samstarv millum fólk, felagsskapir, vinnu, kommunur og stovnar í nærumhvørvinum
› Luttøku í viðkomandi skúlasamstørvum og altjóða netverkum
Nýhugsan
› Skapandi verkætlanir
› Royndarvirksemi
› Ganga undan og royna nýggjastu tøknina og vitanina
› Mistøk eru loyvd og eiga at síggjast sum menningarmøguleikar