Treytin fyri upptøku á Búskapar-, Fyrireikingar-, Hug- og Náttúrubreytini er:
- at tú hevur fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni
- at tú hevur lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði
- at tú hevur lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út
Næmingar, sum hava lokið oman fyri nevndu royndir við nóg góðum úrsliti, kunnu søkja um upptøku á omanfyrinevndu breytum.
Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting – møguliga ein faklig upptøkuroynd – og taka støðu út frá henni.
Harumframt eru ávís breytakrøv:
- á búskaparbreyt – næmingur, ið velur framhaldsmál, skal hava havt hetta málið í minst 2 ár
- á hugbreyt – næmingur skal hava havt týskt í minst 2 ár
- á náttúrubreyt – næmingur skal hava havt alis-evnafrøði í minst 2 ár
- á fyrireikingarbreyt – næmingur er fyltur 18 ár í seinasta lagi 31. desember tað heystið, hann byrjar
Treytirnar fyir upptøku er ásettar í upptøkukunngerðini.
Treytin fyri upptøku til Norðuratlantiska studentaflokkin er:
Næmingar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi søkja um upptøku við at senda eina grundgivna umsókn til post@gribskovgymnasium.dk. Les meir um útbúgvingina her.
Umsóknarfreistin til Norðuratlantiska studentaflokkin er 1. mars.
Treytin fyri upptøku á Yrkisbreytini er:
Øll sum eru liðug við fólkaskúlan, t.v.s. 9. ella 10. flokk, kunna søkja inna á Yrkisbreytina. Tað er ein fyrimunur at hava eitt miðalgott prógv úr fólkaskúlanum.
Treytin fyri upptøku á Serbreytini er:
Serbreytin er ætlað teimum, ið eru tarnað at gjøgnumføra miðnám undir vanligum treytum, hóast teir stuðulsmøguleikar, sum eru í vanligu skúlaskipanini. Tað er onki krav um prógv frá framhaldsdeildini fyri at verða tikin upp á serbreyt.
Serbreyt á miðnámi er ætlað ungum eftir loknan fólkaskúla og upp til 25 ára aldur. Næmingar á serbreytini fáa eitt serligt serbreytarpróv, har vunnu førleikarnir verða skjalprógvaðir eftir OCN-skipanini.
Søkt verður á sama umsóknarblað sum til hinar miðnámsútbúgvingarnar. Umsóknin verður viðgjørd av eini upptøkunevnd á skúlanum og av eini visitatiónsnevnd við umboðum fyri skúlan, Sernám og Almannaverkið.
Umsøkjarar til serbreytina verða kallaðir inn til eina upptøkusamrøðu. Avgerð um upptøku tekur atlit til mong ymisk viðurskifti, m.a.
- hvussu umsøkjarin dugir at bera seg at millum næmingar og starvsfólk á skúlanum
- hvussu umsøkjarin passar inn í verandi næmingahóp á serbreytini
- hvussu umsøkjarin klárar vanliga persónliga røkt
- hvussu umsøkjarin klárar at fylgja skilhaldsreglum skúlans, m.a. í sambandi við fríkorter og matarsteðg.
- hvussu næmingurin megnar at luttaka í undirvísing eftir verandi námsskipan
- hvussu nógvar næmingar skúlin kann taka upp á serbreyt hvørt ár
Søkt verður á sama umsóknarblað sum til hinar miðnámsútbúgvingarnar. Umsóknarblaðið er á www.innskriving.fo. Eru nakrir trupulleikar í hesum sambandi, kunnu tit venda tykkum til skúlan, tlf. 610 800.