Faklig dygd
Sum næmingur á Miðnámi á Kambsdali verður tú partur av einari serstakari skúlamentan og felagsskapi. Fyri at læra hevur tað týdning at vera ágrýtin og at hugsavna seg. At fylgja væl við í undirvísingini, gera neyðugu fyrireikingarnar og vera luttakandi er lykilin hjá bæði næmingum og lærarum.
Á okkara lestrarstovum kanst tú gera skúlating á staðnum. Eisini hava vit eitt gott bókasavn, har tú kanst læna bøkur og fáa vegleiðing í tínum lestrararbeiði. Fyrilestrar og kjakfundir eru javnan á Kambsdali.
Ein blómandi felagsskapur
Her á skúlanum verður tú partur av einum sosialum felagsskapi. Til dømis hava vit kvøldsetur og fleiri árligar temadagar. Tað er siðvenja at fara á seturskúla, og á hvørjum ári verður skipað fyri ítróttardegi.
Næmingarnir plaga at seta dám á kvøldseturnar við sangi, leiki, upplestri, filmi o.ø.
Skúlin leggur stóran dent á vinalag og felagsskap og setir arbeiðsgleði ovast á dagskránna.
Út at ferðast
Á hvørjum ári vitja næmingar lond kring allan heimin. Skúlin vil fegin geva tær innlit í aðrar mentanir og samfeløg. Tískil raðfesta við námsferðir høgt. Hetta er eisini ein frálíkur møguleiki at menna tínar málsligu førleikar og at styrkja sambandið við flokkin og onnur ung, sum tú hittir á ferðini.
Eisini fert tú sum næmingur á Kambsdali at fáa vitjan úr øðrum londum. Javnan vitja útlendskir flokkar skúlan og hava undirvísing, fremja verkætlanir og fara útferðir saman við okkara næmingum.
Nýhugsan í hásæti
Nýskapan hevur nógv at týða fyri fyri framtíðina og harvið eisini fyri skúlan. Í Miðnámi á Kambsdali er eitt FabLab, ið gevur næmingunum góðar fortreytir at koma við hugskotum og handla innovativt. Okkara næmingar hava eisini fleiri ferðir vunnið virðislønir í kappingini Ungt Virki.
Vit ynskja at eggja tær og tínum floksfeløgum til íverksetan, at hugsa sjálvstøðugt og at trúgva upp á egin hugskot.
Skúlakór og filmsklubb
Hevur tú hug at vera við? Her á skúlanum hava vit eitt skúlakór. Næmingar hittast eina ferð um vikuna at syngja saman. Tónleikalærararnir á skúlanum leiða kórið, og bæði rútmiskur og klassiskur sangur er á skánni. Kórið framførir til ymisk tiltøk bæði á skúlanum og uttan fyri skúlan.
Tú kanst eisini vera við í okkara filmsklubba. Næmingarnir, sum hava miðlakunnleika, lata eina ferð um mánaðin dyrnar upp í miðlastovuni, har filmur við góðari ljóð- og ljósgóðsku verður sýndur. Skúlin bjóðar ábit til høvið, og møguleiki er eisini fyri at vera har eina løtu aftaná og hugna sær saman við øðrum næmingum.
Út at granska
Sum næmingur á Kambsdali sleppur tú eisini at royna teg uttan fyri skúlans gátt. Vit vitja fyritøkur, stovnar og øki kring alt landið og eru javnan á setursskúlum.
Á skúlanum hava vit eisini tveir bátar. Annar báturin er ein jolla, sum liggur uppi á Trælavatni, og hin er eitt 5-mannafar, sum hevur støð í Søldarfirði.
Vit leggja stóran dent á, at tú fært holla vitan um okkara land. Um náttúruna, søguna, samfelagið, mál og bókmentir.
Næmingar sleppa til orðanna
Sum næmingur á Miðnámi á Kambsdali hevur tú møguleika at taka lut og hava ávirkan á skúlamentanina m.a. við at gerast partur av næmingaráðnum. Næmingaráðið virkar sum málgagn fyri teg og tínar skúlafelagar og hevur til endamáls at miðla og útinna áhugamál, meiningar og ynski, sum næmingarnir seta. Eisini hevur ráðið ein virknan lut í at skipa fyri ymiskum tiltøkum, eitt nú tí árligu miðnámsveitsluni.
Ert tú svong ella svangur?
Vit hava øll tørv á at flyta fokusið eina løtu frá lestrarlívinum í skúlastovunum. Í døgurðasteðginum kanst tú njóta eina fríløtu við góðum mati og vinum í skúlahøllini. Í kantinunum kanst tú keypa ymiskt, alt frá sandwich til salatbarr, skyr, breyð og døgurða. Og kantinumammurnar, sum tær verða róptar á skúlanum, gera sítt til, at tú fært eina góða uppliving.