Bjarki takkar fyri seg eftir 41 ár sum lærari

Bjarki Skaale, lærari í føroyskum, hevði seinnapartin sín seinasta undirvísingartíma saman við næmingunum í N21y, sum hann hevur undirvíst í føroyskum í trý ár. Næmingarnir høvdu fingið vakrar flokstroyggjur í dag, eftir sum at hetta er seinasta ár teirra á skúlanum, men tey høvdu ikki gloymt Bjarka; hann fekk eisini eina vakra bundna troyggju og bundið turriklæði frá fittu næmingunum sum tøkk fyri tíðina. Bjarki byrjaði at undirvísa í 1983. Fríggjadagin fáa næmingarnir – og Bjarki – so at vita, hvørt tey skulu til endaliga próvtøku í føroyskum í ár. Miðnámsskúlin á Kambsdali takkar Bjarka fyri tíðina sum lærari, nú hann fer frá fyri aldur.