Vælkomin á Klaksvíkar HF-skeið mikukvøldið 9. oktober kl. 19
Í ár eru fimmti ár síðan Klaksvíkar HF-skeið varð sett á stovn.
Tað var í 1974, at fyrstu næmingarnir komu á skúlan at ganga.
Bjóða verður til almenna kvøldsetu á Klaksvíkar HF-skeið á Mýruvegi 2, mikukvøldið 9. oktober kl. 19
Á skránni verður m.a.
- Rektarin bjóðar vælkomin
- Sangur
- Jóannes Hansen, lektari og lærari á skúlanum í nógv ár, hevur fyrilestur um HF
- Sangarar
- Prát við lærarar
- Prát við fyrrverandi næming
- Orðið frítt
- Okkurt til matna
Øll eru hjartaliga væl komin!
Sí frásangir frá fyrrverandi næmingum á Facebook-vanganum hjá Klaksvíkar HF-skeiði
Fyrsta árið var HF saman við Sjómansskúlanum. Næstu nógvu árini var HF á Klaksvíksvegi 60. Síðan 2016 hevur HF verið staðsett í Tekniska skúla á Mýruvegi 2.