Rúna lokið námsfrøðiligu útbúgvingina

Mikudagin 25. september stóð Rúna á Rógvi endaligu próvtøkuna í verkliga partinum av námsfrøðiligu útbúgvingini.

Vit ynskja Rúnu hjartaliga til lukku. 

Rúna er cand.mag. í norðurlendskum máli og bókmentum og í tónleikavísindum. Hon hevur undirvíst í fleir ár í donskum og tónleiki á Kambsdali.

Vegleiðarar hjá Rúnu vóru Nikolina Olsen í donskum og Eyðun á Lakjuni í tónleiki. Uttanhýsismetarar vóru Ann Ellefsen í donskum og Sunleif Rasmussen í tónleiki.

Námsleiðari var Joan Mohr.

Á myndini, frá vinstru: Ann Ellefsen, uttanhýsis metari í donskum Nikolina Olsen, vegleiðari í donskum, í miðjuni Rúna á Rógvi við blómutyssi og prógvi í hond, Sunleif Rasmussen, uttanhýsismetari í tónleiki, Eyðun á Lakjuni, vegleiðari í tónleiki og ytst høgrumegin Joan Mohr, námsleiðari skúlans