Lucas Debes verkætlanardagar á Kambsdali

Mikudagin 25. september setti Miðnám á Kambsdali punktum fyri trimum væl eydnaðum evnisdøgum, har Lucas Debes og verk hansara var á breddanum. Lucas Debes, sum var føddur fyri 401 árum síðani, var millum annað prestur og rektari á latínskúlanum, so áhugi hansara fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum var stórur. – Hetta verk var fyrsta veruliga viðgerð av føroyskari mentan, vísund, átrúnaði, samfelagsviðurskiftum, máli, pátrúgv, matmentan og mongum øðrum. Millum annað teknaði Lucas Debes fyrsta týðiliga Føroyakortið. Seinasta dagin vístu summar av verkstovunum fram tað, sum tær hava arbeitt við hesar dagarnar. Kingosangur, føroyskur dansur, upplestur, framsýningar um mentanarfyribrigdir og náttúruvísund, spennandi matroyndir (í summum førum aldargamlar uppskriftir frá tíðini, tá ið Lucas Debes livdi og virkaði) og aldargomul klædnamentan og bindingarmynstur settu dám á fagnaðarløtuna mikudagin. Vakrar føroyskar troyggjur settu ein heilt serligan dám á hátíðarhaldið. Hetta hava verið áhugaverdir og læruríkir dagar á dalinum – og kokkurin á skúlanum borðreiddi sjálvandi við mjólk, røstum kjøti og heimagjørdari rullupylsu, áðrenn næmingar og lærarar fóru heim.

Fleiri myndir eru at síggja á Facebook síðu skúlans á:

https://www.facebook.com/share/p/gGEVAM6vVCqLhL8x/ og á https://www.facebook.com/share/p/EwN1GQdamrk8P2Hy/

Eisini liggja fleiri myndir á www.eyp.fo

Góðan morgun Føroyar hevði eitt innslag um verkætlanardagarnar á Kambsdali. Innslagið byrjar 27 minuttir inni í fylgjandi leinkju: https://kvf.fo/gmf?sid=181294