Elisabeth lokið námsfrøðiligu útbúgvingina

Nú grør um gangandi fót á Kambsdali.

Mánadagin 15/4 stóð Jákup Bernhard sína námsfrøðiligu útbúgving, og týsdag 16/4 stóð eisini Elisabeth Purkhús í Lambanum endaligu próvtøkuna í námsfrøðiligu útbúgvingini. Elisabeth er cand.scient frá Keypmannahavnar Universiteti og undirvísir í lívfrøði og ítrótti. Elisabeth hevur verið í starvi á skúlanum seinastu tvey árini, men hevur eisini verið avloysari onkur tíðarskeið áðrenn tað.

Vegleiðarar hjá Elisabeth vóru Høgni Holm í lívfrøði og Turið Petursdóttir í ítrótti. Námsleiðari var Joan Mohr. Uttanhýsis metarar vóru Anna Sofía Mellemgaard í lívfrøði og Eyðstein Simonsen í ítrótti. Tey starvast bæði á Glasi.

Á myndini eru frá vinstru Anna Sofía Mellemgaard, Høgni Holm, Elisabeth Purkhús í Lambanum, Turið Petursdóttir, Eyðstein Simonsen og ytst høgrumegin Joan Mohr, námsleiðari.

Vit ynskja Elisabeth tillukku við útbúgvingini.