Fingu DELF prógv
Herfyri handaði rektarin, Christian Joensen, árligu DELF prógvini.
Tað vóru Anna Maria á Regni Nielsen, Durita Tóradóttir og Silja Askham Krag Olofson, sum allar hava valt hugbreyt, sum hesaferð høvdu valt at melda til DELF test á stigunum A1 og A2. Durita vantar á myndunum.
DELF stendur fyri Diplôme d’Etudes en Langue Française og er hetta almennu fronsku testirnar og málprógvini, sum verða nýtt í fransktmæltum londum og økjum um allan heim – bæði í starvssetanum og sum upptøkukrøv á lærustovnum. Tað eru fransktlærarar skúlans, sum mest sum hvørt ár halda testirnar. Tær hava franska statsgóðkenda førleikaprógvið í DELF.
Høvi verður aftur at royna seg næsta vár á stigunum A1, A2 og B1, sokallað CEFR-stig, og øll, sum læra franskt ella hava lært franskt, kunnu melda seg til. Um ivi er um, hvat stig ein skal melda til ella eru aðrir spurningar um testirnar, so ráðgeva Hallgerð Brim og Hanna Jensen fegnar.