Fýra av “okkara” lokið prógv sum lærarar í FSA
Á heysti í 2021 søktu fýra starvsfólk á Miðnámi á Kambsdali at sleppa til útbúgving sum lærari og fakfólk í “føroyskum sum annaðmál’ (FSA) á Fróðskaparsetri Føroya. Og tey fingu øll lestrarpláss eins og avtalu um lestrartíð sum part av samlaða starvinum, eitt samstarv millum Barna- og Útbúgvingarmálaráðið, serstakliga Helenu Dam á Neystabø, verkætlanarleiðara, og Miðnám á Kambsdali. Tey fýra starvsfólkini á myndini eru frá vinstru: Elinborg Osvaldsdóttir, Absalon Matras Sjúrðarson, Joan Gardar og Christina Jensen, sum hvør í sínum lagi frammanundan hava útbúgving og hollar royndir sum undirvísarar í føroyskum, enskum, donskum og týskum, og tískil nú sum toymi hava undirvísingarførleikar í móðurmáli, øðrummáli og fremmandamáli.
Tey hava tí gingið til fyrilestrar og aðra undirvísing á Føroyamálsdeildini einaferð um vikuna og av og til í vikuskiftum í fýra lestrarhálvur, umframt at hava skrivað serritgerð ta fimtu hálvuna – á heysti í 2023. Granskarar og onnur fakfólk av Føroyamálsdeildini, Námsvísindadeildini, Søgu- og samfelagsdeildini og fleiri leiðandi granskarar innan økið úr m.a. Íslandi, Skotlandi og Danmark hava undirvíst og vegleitt á hesi nýggju útbúgvingini í Føroyum.
Nógv er lisið og skrivað, lagt fram og kjakað, og beint fyri jól varð ritgerð latin inn og stutt eftir nýggjár vardu tey sínar ritgerðir – við góðum úrslitum.
Meðan tey hava lisið, hava tey saman við leiðsluni bygt drúgvu skeiðini í “føroyskum sum annaðmál” eftir galdandi námsætlanini upp á Kambsdali – í samstarvi við kvøldskúlarnar í økinum og teirra undirvísarar í FSA. Tað hevur snúð seg um at visitera, at undirvísa, at próvhoyra munnliga og skrivliga og at eftirmeta undirvísing, undirvísingartilfar- og hættir.
Útbúgvingarleiðari fyri FSA á Miðnámi á Kambsdali hevur verið Óli Wolles, sum annars er vararektari og útbúgvingarleiðari fyri hugbreyt, náttúrubreyt og serbreyt. Undirvísingin í FSA 2.1 byrjaði á heysti í 2022, og skeiðið í FSA 2.2 varð hildið á heysti í 2023. Nú í januar í 2024 eru so tvey skeið farin av bakkastokki, nevniliga eitt framhaldsskeið í FSA 2.3, men eisini eitt nýtt skeið í FSA 2.1, so at nýggj kunnu byrja hesa týdningarmiklu gongd at læra seg føroyskt væl og virðiliga eftir leistinum, sum almennu Føroyar hava valt at nýta, og sum er grundaður á evropeiska CEFR-leistin.
Á Miðnámi á Kambsdali fegnast vit um hesa virðismiklu vitan og hesar førleikar, sum komnir eru í hús, og takka fyri eldhugan at menna lærugreinina “føroyskt sum annaðmál” og harvið tilboð skúlans.
Hjartaliga til lukku við útbúgvingini og blíðan byr!