Hallgerð lokið námsfrøðiligu útbúgvingina.
Í farnu viku vóru ikki minni enn tvær endaligar próvtøkur í NÚ útbúgvingini, og mánadagin 22/4 var enn ein próvtøka væl úr hondum greidd, tá Hallgerð Brim stóð endaligu próvtøkuna í verkliga partinum av NÚ útbúgvingini.
Hallgerð Brim er cand.mag. í fronskum og tónleiki og hevur undirvíst í fronskum á Kambsdali í fleiri ár og okkurt ár eisini í tónleiki. Umframt nakað av royndum sum undirvísari hevur Hallgerð eisini verið við til at gera eina lærubók í fronskum. Harafturat hevur hon eftirútbúgving og serliga góðkenning at halda altjóða viðurkendar franskar máltestir.
Vegleiðarar hjá Hallgerð vóru Eyðun á Lakjuni í tónleiki og Hanna Jensen í fronskum. uttanhýsis metarar vóru Sunleif Rasmussen í tónleiki og Katrin av Kák í fronskum. Joan Mohr var námsleiðari vegna skúlan. Uttanhýsismetararnir starvast bæði á Setrinum.
Vit ynskja Hallgerð tillukku við útbúgvingini.
Á myndini eru frá vinstru: Joan Mohr, námsleiðari, Katrin av Kák, uttanhýsismetari í fronskum, Hanna Jensen, vegleiðari í fronskum, Hallger Brim við blómutyssi og prógvi í hond; høgrumegin eru so Eyðun á Lakjuni, vegleiðari í tónleiki, og Sunleif Rasmussen, uttanhýsismetari í tónleiki.