Heilsufrøði C-stig á Kambsdali – ein viðmerking

Heilsuhjálparfelagið og Heilsurøktarfelagið hava í dag gjørt vart við, at tey eru misnøgd við, at Miðnám á Kambsdali hevur fingið loyvi til royndarverkætlan við nýggjari lærugrein, kalla heilsufrøði C-stig, uttan at hesi fakfeløg eru hoyrd, og at málið er ikki viðgjørt í útbúgvingarráðnum.

Miðnám á Kambsdali heldur, at talan er um eina misskiljing. Umrødda útbúgvingarráð er útbúgvingarráð fyri Heilsuskúla Føroya og  fevnir ikki um miðnámsútbúgvingar.  Tað er ikki nakað formligt krav, at útbúgvingarráðið við Heilsuskúla Føroya skal hoyrast um útbúgvingarviðurskifti á miðnámi. Lærugreinin heilsufrøði kemur inn á økið hjá nógvum ymiskum fakbólkum, sum heldur ikki eru hoyrdir í málinum. Ergoterapeutar, fysioterapeutar, heilsuhjálparar, heilsurøktarar, læknar og sjúkrarøktarfrøðingar – og ivaleyst fleiri aðrir yrkisbólkar, kundu havt áhuga í hesi yvirskipaðu lærugrein, ið er ætlað at geva teimum lesandi eitt breitt innlit í arbeiðsøki. Ongin teirra hevur havt lærugreinina til hoyringar.

Nýggja lærugreinin ‘heilsufrøði C-stig’ er ikki tikin beinleiðis úr námsskipanini hjá nakrari einstakari útbúgving, men er ein breið lærugrein, ið gevur eitt yvirskipað innlit í eitt fjølbroytt øki.

Vit fegnast um, at forkvinnurnar í Heilsuhjálparfelagnum og Heilsurøktarfelagnum eru samdar við okkum í, at her er talan um eina áhugaverda lærugrein, sum vónandi kann kveikja áhugan fyri hesum yrkisøki. Vónandi fer hetta at viðvirka til øktan áhuga fyri økinum, og at summi umhugsa framhaldandi útbúgvingar innan økið.

Vit fegnast eisini um, at áhugin millum næmingarnar fyri lærugreinin er stórur – bæði tá kunnað varð um lærugreinina, og ikki minst við, at 25 næmingar hava valt lærugreinina til komandi skúlaár. Skúlin hevur fingið loyvi at royna hesa lærugrein fýra ferðir, og eftir hvørt árið skal lærugreinin eftirmetast. Høvi verður tí at gera tillagingar í lærugreinini, um eftirmetingin vísir, at t.d.  innihaldið í lærugreinini skal broytast.

Miðnám á Kambsdali hevur ‘nýskapan’ sum ein tátt í virðisgrundarlagi skúlans, og skúlin hevur á fleiri økjum gingið nýggjar leiðir. Við hesi lærugrein ynskir skúlin at geva sítt íkast til at økja tilvitan næminganna um eitt yrkisøki, sum samfelagið komandi árini fer at hava stóran tørv á.

Christian Joensen, rektari