Illveðurskaði á skúlanum á Kambsdali – eingin stórvegis ávirkan

Í vikuskiftinum hevði eyp.fo frásagnir nakrar illveðurskaðar. Vit kunnu staðfesta, at talan hevur verið um ein sera avmarkaðan skaða. Skaðin hendi har nýggja útbyggingin kemur saman við verandi bygning. Gamla tekjan lá undir dúkinum, sum fór í vindinum, so tað hevur ikki verið opið inn í verandi bygning. Eingin vandi hevur verið av hesum skaða.

Myndirnar eru frá eyp.fo