Ítrottardagur heystið 2024

Árligi ítróttardagurin á Miðnámsskúlanum á Kambsdali bleiv hildin í góðveðrinum mikudagin 4. september. Ymisku flokkarnir vístu stóran kreativitet, og lagið varð gott. Kappast varð millum annað í flogbólti, togtogan, stafettrenning, innandura kappróðri og lego. Tá ið spennandi og skemtiligu kappingarnar vóru av, borðreiddi kokkurin við góðari súpan.

Á Facebook vang skúlans eru nakrar myndir frá árliga ítróttardegnum á Kambsdali. Sí her.