Jákup Bernhard lokið námsfrøðiligu útbúgvingina
Mánadagin 15. apríl stóð Jákup Bernhard Brim Joensen endaligu próvtøkuna í námsfrøðiligu útbúgvingini á Miðnámi á Kambsdali. Jákup Bernhard er Cand.mag í søgu og føroyskum, útbúgvin á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali seinastu 3 árini – hetta seinasta árið í førstum starvi. Áðrenn tað hevði hann eisini verið avloysari einstøk tíðarskeið.
Vegleiðarar hjá Jákup Bernhardi vóru Henrietta Arge Jacobsen í føroyskum og Bergmann Finnsson í søgu. Námsleiðari var Turið Petursdóttir. Uttanhýsismetarar vóru Gunnar Isfeld í søgu og Petra Arge Eliasen í føroyskum. Tey starvast bæði á Glasi.
Á myndini, frá vinstru: Gunnar Isfeld, uttanhýsis metari í søgu, Bergmann Finnsson, vegleiðari í søgu, í miðjuni Jákup Bernhard Brim Joensen við blómutyssi og prógvi í hond, Henrietta Arge Jacobsen, vegleiðari í føroyskum, Petra Arge Eliasen, uttanhýsismetari í føroyskum og ytst høgrumegin Turið Petursdóttir, námsleiðari skúlans.