KT-vegleiðari á Kambsdali 2024/25
KT-deildin á Miðnámi á Kambsdali søkir eftir KT-vegleiðara. Talan er um eitt avloysarastarv til skúlaárið 2024/25. Starvið er ¾ tíð. Tað er eisini møguligt, at tveir ella tríggir persónar deilast um starvið, samstundis sum teir røkja aðrar uppgávur á skúlanum.
Høvuðsuppgávur
- At kunna og vegleiða næmingar og starvsfólk um nýtslu av skúlans kt-skipanum.
- At umsita brúkarar og rættindi í ymiskum kt-skipanum.
- Tøknilig hjálp við teldum og skermum skúlans.
- Kunning og vegleiðing um nýtslu av ymiskum forritum á teldum hjá brúkarum.
- Talgildismenning.
Uppgávurnar eru bæði yvirskipaðar og í smálutum. Uppgávurnar fevna um samskipan av skeiðum, undirvísing og persónliga support.
Førleikar
Vit hugsa okkum eitt ella fleiri starvsfólk, sum hava viðkomandi útbúgving og royndir við KT-vegleiðing. Starvsfólkið ella starvsfólkini skulu eisini hava góð evni at samskifta, at samstarva og at samskipa.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett út frá eini heildarmeting av fakligum- og persónligum førleikum, og sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 10. mai 2024. Umsóknir skulu sendast til ums@kambsdalur.fo við heitinum “KT-vegleiðari”
Spurningar um starvið kunnu setast Christian Joensen, rektara, á crj@kambsdalur.fo ella Eyðun Johansen, kt-leiðara, á eyj@kambsdalur.fo.
Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo.