Lærarastarv á serbreytini á Miðnám á Kambsdali
Serbreytin er fyri næmingar við serligum tørvi, sum ikki eru førir fyri at fylgja undirvísingini í vanligu miðnámsskipanini. Undirvísingin á serbreytini er einstaklingalagað undirvísing í smáum bólkum, bæði í vanligum lærugreinum á hóskandi stigi og í sosialum og verkligum førleikum eftir OCN-skipanini.
Søkt verður eftir einum starvsfólki til serbreytina við læraraprógvi at seta skúlaárið 2024-2025. Dentur verður lagdur á royndir og útbúgving innan sernámsfrøðiliga økið. Umsøkjari við serkunnleika til orðblindni og/ella ein, ið kann fylgja dreingjum til svimjing og ítrótt, kann hava fyrimun.
Skúlin fer at leggja dent á, at umsøkjarar fara at taka virknan lut í at menna eitt gott námsfrøðiligt skúlaumhvørvi í eini skúlabreyt, har samstarv, nýggir arbeiðshættir og KT eru týðandi tættir.
Persónligir førleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar:
✓ at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar
✓ at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
✓ at leggja til rættis og leiða undirvísingarstøðuna
✓ at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnám á Kambsdali
Harafturat verður dentur lagdur á:
✓ at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði teir munnligu og skrivligu
✓ at tú hevur góðar KT førleikar.
Setanarviðurskifti
Skúlin leggur dent á at fáa samlaðu tímatætlanina at ganga upp. Starvið verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum sæð í mun til samlaða starvsfólkahópin á breytini. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið – í fyrstu syftu fyri skúlaárið 2024-25, men talan kann gerast um longda setan ella fast starv.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 12. juni 202. Umsóknir skulu sendast til ums@kambsdalur.fo
Spurningar um størvini kunnu setast Sunnevu Lambavík, leiðara fyri serbreytina, á sla@kambsdalur.fo