Lærarastørv á Kambsdali 2024/25
Miðnám á Kambsdali søkir eftir tímalærarum og avloysarum til komandi skúlaár.
Læraratímar eru í hesum lærugreinum:
Føroyskum, støddfrøði, alisfrøði, átrúnaði, sálarfrøði, vinnulívsrætti og kunningartøkni.
Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum.
Útbúgving og royndir
Tann, ið settur verður at undirvísa á B og A stigi, skal hava kandidat- ella masterútbúgving á 300 ECTS í einari ella fleiri lærugreinum frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Tann, ið settur verður at undirvísa í C stigi, skal hava bachelor útbúgving á 180 ECTS í einari lærugrein frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Umsøkjarar, sum ikki hava námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar, skulu vera sinnaðir at fara undir hesa skjótast møguligt.
Viðkomandi undirvísingarroyndir eru ein fyrimunur.
Persónligir førleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar:
- at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar
- at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
- at leiða og leggja til rættis undirvísingarstøðuna
- at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali
Harafturat verður dentur lagdur á:
- at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði munnliga og skrivliga
- at tú hevur KT førleikar á góðum brúkarastigi og ert sinnað/-ur at seta teg inn í nýggjar skipanir.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 22. apríl 2024. Freistin er longd til 24. apríl 2024.
Umsóknin skal sendast til ums@kambsdalur.fo
Spurningar um størvini kunnu setast Christian Joensen, rektara, á crj@kambsdalur.fo ella á telefon 256515.
Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo.