Næmingar á málferð í Paris – ferðafrásøgn
Hin 24. apríl settu 10 næmingar á Miðnámi Kambsdali hvør øðrum stevnu vesturi í Vágum. Farast skuldi til Paris. Hallgerð Brim, fransktlærari var ferðaleiðari. Dagarnir vóru gott høvi, við tað at flaggdagur og dýri biðidagur longdu um vikuskiftið. Endamálið við slíkum málferðum eru at lata upp fyri tí máli og tí mentan, ið tey hava valt at lesa.
Skráin var rúgvusmikil í býanna býi. Frá panoramainum úr torninum hjá Gustav Eiffel, stimitúri eftir Seineánni var møguleiki at síggja nøkur av vitjanarverdu støðunum. M.a. bar til at síggja kendu Notre Dame, sum ætlandi letur upp aftur í 2024, nú aftur tykist líkjast sær sjálvum. Ein túrur eftir Champs-Elysées, har Tour de France súkklararnir vanliga enda teinin, var heldur ikki so galin, henda fyrsta dagin. Fleiri vildu vera við, at her varð gingið meira enn vanligt. Og jú, empirisku data’ini søgdu frá, at fetini vóru umleið tíggjufaldað frá einum gerandisdegi í Føroyum. Næmingarnir høvdu allir fingið eina bundna uppgávu, har teir skuldu fyrireika eina framløgu á teimum ymsu støðunum. Semja tóktist eisini at vera um, at tað er lættari at seta tað lærda inn í rætt høpi, tá ið tey soleiðis hava verið á teimum støðum, ið tey hava hoyrt so nógv um. Endamálið við slíkum málferðum er sum sagt, at næmingurin fær latið upp fyri einum sindri av máli og mentan.
Paris er serstakur býur. Her renna søga, mentan og list saman í eitt, og ikki er sjálvdan at tað kennist sum um at upphavið til so mangt finst her. Triðja dagin varð vitjað í heimskenda Louvre-savninum, sum m.a. hevur kendu Monu Lisu – La Joconde, nevna fransmenn hana – at bjóða uppá. Smílist hon? Er hon kedd? Hví er júst hesin málningur heimskendur? Ja, prátið gekk lystiliga. Eftir hetta var farið fram til Notre Dame Katedralin, har næmingur væl greiddi frá áhugaverdu søguni um hetta býarikonið. Eftir hetta var farið yvir um Seineánna, gingið framvið grønu búðunum og síðani hildið yvir í sokallaða latínarakvartetið. Eitt lítríkt og hugnaligt umhvørvi. Her varð eisini vitjað við Sorbonne universitetið, í Luxembourg-urtagarðinum, har Victor Hugo mangan spákaði sær ein túr og við Pantheon.
Fjórða dagin varð vitjað í marglætisborgini Château de Versailles, har m.a. sokallaði sólkongurin, Ludvík XVI helt til. Mestsum hvørt horn er bergtakandi, men serliga skulu nevnast spegilssalurin, har m.a. kendi Versaillessáttmálin varð undirskrivaður eftir 1. veraldarbardaga og urtagarðurin. Ja, urtagarðurin er eina vitjan verdur. Serliga tá ið springvatnið dansaði til kend klassisk stykki.
Síðsti heili dagur var nýttur á Montmartre. Her varð m.a. dvølt við legandarisku Edith Piaf, sum varð uppdagað á Rue de Clichy og síðani farið til eyðkenda Moulin Rouge, sum júst í hesum døgum hevur mist sínar ikonisku veingir. Eftir hetta tóku føroyingarnir mótbrekkuna niðan til kafeiina, har kendi filmurin Amelie hevur so nógvar scenur fyri síðani at enda á Place du Tertre, har Van Gogh, Salvador Dali og aðrir áður hava ferðast. Eitt serstakt øki í Fraklandi.
Á kvøldi var farið til aftanmessu í Sacre Ceour, og soleiðis eisini givið høvi at dvølja við átrúnað og siðvenju í einum landi sum Fraklandi. Dagurin endaði á matstovu á Place du tertre, har ymiskt á túrinum var evaluerað. Onkur av næmingunum helt fyri, at nú kundu tey verið ferðaleiaðarar í Paris. Livst so spyrst!
Ferðaliðið kom aftur til Føroya 29. apríl.