Næmingaráðsval á dalinum
Seinasta vikan hevur verið intens her á Kambsdali. Valfepur hevur verið í luftini og næmingar hava gjørt vart við seg m.a. á plakatum og á væl vitjaða veljarafundinum í auluni.
Sjálvt næmingaráðsvalið varð hildið í dag, mikudagin 12. sept. Valúrtøkan var 71% ella 358 næmingar, sum vóru á vali. Tað var samfelagsfrøði A-holdið á hug- og náttúrubreytini á 3. árið, sum skipaði fyri valinum.
Trettan næmingar vóru uppstillaðir. Fimm næmingarráðslimir skuldu veljast, harafturat tveir eykalimir.
Næmingaráðið situr eitt ár í senn.
Úrslitið av valinum:
Valdir næmingaráðslimir:
- Jákup Martin Jarnskor, B22a.
- Victoria Mote, H23a.
- Martha Ólavsdóttir, H22a.
- Luna Klein Joensen, H24a.
- Jóhan Josephsen, B22d.
Valdir eykalimir:
Ólavur Olafsson Davidsen, B22y.
Herleivur Olafsson Davidsen, F24p.