Opið hús og kunning um serbreytina 5/3 kl. 19

,

Týskvøldið 5. mars kl. 19.00 verður opið hús á serbreytini á Miðnámi á Kambsdali. 

Tiltakið er eitt høvi hjá komandi næmingum, foreldrum ella avvarðandi og eitt nú starvsfólkum innan serøkið at kunna seg nærri um skúlatilboðið og tey ivamál, sum kunnu stinga seg upp, tá um framtíðarætlanir ræður. 

Á skránni er m.a. framløga um serbreytina við nógvum myndum, sum lýsa virksemið, eins og verkstovur og ymisk kunning.  

Høvi verður at hyggja seg um á skúlanum, at hitta starvsfólk á breytini og fáa vegleiðing, eins og skúlin bjóðar ein kaffimunn við onkrum góðum. 

Øll eru hjartaliga vælkomin!