Ríkandi ungar grønar og norðurlendskar røddir
Seinasta árið hava Miðnám á Kambsdali og Titgen Handelsgymnasium í Odense samstarvað um burðardygd í einum seinmodernaðum samfelagi. Verkætlanin fekk stuðul ígjøgnum Nordplus Junior.
Ein partur av verkætlanini var at skapa samanhald og lættta um samstarv millum næmingar og lærarar, at geva næmingum møguleika at savna inn vitan sjálvi um náttúrutilfeingi, samfelagsviðurksifti, mentan og mál og so luta hesa vitan við hvønn annan. Hetta var partru 2 í samstarvinum, har eitt av endamálunum var at fáa enn fleiri royndir og menna arbeiðshættir ímillum norðurlendskar næmingar á miðnámsstigi.
Vitjan í Føroyum
Donsku næmingarnir vitjaðu í Føroyum í tíðarskeiðnum 20.-26. mai 2023. Í Samstarvinum vóru 16 næmingar úr Danmark, og 24 næmingar úr Føroyum. Donsku næmingarnir búðu heima hjá næmingum úr N22z og H22a. Tað vóru Jóhanna Jørgensen, sum undirvísir í lívfrøði og Elisabeth Purkhús í Lambanum, sum undirvísir í lívfrøði og ítrótti, sum arbeiddu við verkætlanini saman við nøkrum starvsfeløgum á Tietgen Handeslgymnasium í Odense.
Vikan varð løgd til rættis, soleiði, at øll trý av teimum omanfyrinevndu aspektunum vóru partur:
- “Forbrug af verdens ressourcer”: Her hugsaðu tey fyrst og fremst ali- og fiskivinnuna. Tey vitjaðu á Bakkafrost, har tey fingu eina rundvísing á virkinum og ein fyrilestur um, hvussu Bakkafrost tryggja sær burðadygga nýtslu av tilfeinginum í sambandi við aling. Vit vitjaðu eisini á Framherja í Fuglafirði, har vit eisini fingu rundvísing í nýggja bygninginum, og ein fyrilestur um, hvussu fiskivinnan er broytt, og hvussu tey nú eru meir tilvitað um burðadygga fiskiveiðu.
- “Det moderne menneskes søgen efter oplevelser”: Her høvdu tey skipað fyri einum túri til Mykines og Kallsoynna, men báðir túrar vórðu tíverri avlýstir vegna veður.
- “Forankring i landenes forskellige kulturelle fortid og nutid”: Her høvdu tey skipað fyri einari vitjan á Tjóðsavinum umframt eitt “selfie-run” runt til ymisk søguliga týdningarmikil støð í Tórshavn.
Umframt hesar vitjanir arbeiddu næmingarnir á skúlanum í bólkum við føroyskum og donskum næmingum. Arbeiðið snúði seg um at gera komparativar analysur av Bakkafrost og Framherja í mun CSR og sustainability. Úr hesum gjørdu næmingar framløgur og plansjur.
Eisini varð skipað fyri felags nátturða í skúlakantinuni, har donsku næmingarnir, føroysku næmingarnir og familjur teirra tóku hvør sín rætt við. Her var m.a høvi hjá donsku næmingunum at heilsa uppá vertsfamiljurnar hjá sínum floksfelagum og hjá føroysku vertsfamiljunum at hittast. Eisini vórðu plansjurnar hongdar upp, soleiðis at foreldur og avvarðandi kundu síggja arbeiðið.
Uttan fyri skúlatíð skipaðu næmingarnir sjálvir fyri at fara ymiskar túrar við donsku gestunum, eitt nú til Gjáar og at ganga niðan á fjøll. Eisini møttust tey heima hjá hvørjum øðrum og spældu spøl, osfr.
Føroysku og donsku lærararnir vitjaðu við Gjógv, har tey gingu ein túr í bygdini og oman í gjónna, og fingu ein góðan bita á Gjáargarði.
Vitjan í Odense
Føroysku flokkarnir og lærarar teirra vitjaðu í Odense í tíðarskeiðnum 19.-25. august. Tey vóru heppin við veðrinum og høvdu sól og 25 hitastig hvønn dag.
Í mun til tey trý aspektini innan burðardygd í seinmodernaða samfelagnum, høvdu donsku vertirnir lagt hesi tiltøk til rættis:
- “forbrug af verdens ressourcer”: Vit vitjaðu á Odense Renovationsselskab, har tey lærdu um nýggju lógirnar í mun til skiljing av burturkasti, og hvussu tey arbeiða við at fáa hetta implementerað. Eisini vitjaðu tey á Rynkeby, sum upprunaliga framleiddi djús úr lokalum rávørum, men sum nú er uppkeypt og vaksið. Her høvdu tey serliga fokus á, hvussu tey arbeiddu við fáa ymiskar umhvørvisgóðkenningar, og fingu eina rundvísing á framleiðsluvirkinum.
- “Det moderne menneskes søgen efter oplevelser”: Vitjað varð í Kerteminde, har tey sóu vøkru strondina og hugnaligu feriubygdina. Á vegnum koyrdu tey framvið Ladbyskibet og Munkebo, sum eru søgulig støð á Fyn. Skipað varð eisini fyri einum hugnaligum túri í Odense Zoo.
- “Forankring i landenes forskellige kulturelle fortid og nutid”: Her vitjaðu tey vakra H. C. Andersen húsið í miðbýnum í Odense, har tey sóu og hoyrdu um lívssøguna hjá H.C.A. Skipað varð eisini fyri einari postarenning til søguligu støðini inni í Odense. Í skúlanum høvdu føroysku næmingarnir undirvísing, har tey lærdu um danska søgu og mentanarfatan. Føroysku næmingarnir høvdu fyrireikað eina framløgu um Føroyar og føroyska mentan, sum tey høvdu fyri ymsum flokkum á skúlanum. Eisini høvdu donsku og føroysku næmingarnir felags undirvísing á skúlanum, har tey m.a spældu borðspøl um burðardygga menning.
Eins og í Føroyum, varð skipað fyri einum “sammenskudsgilde”, har donsku vertsfamiljurnar møttust á skúlanum saman við næmingum og lærarum.
Uttanfyri skúlatíð skipaðu næmingar sjálvir fyri at fara til ymisk tiltøk og at vitja hvønn annan, og donsku næmingarnir vístu føroysku næmingunum runt í Odense. Donsku og føroysku næmingarnir vóru til ein fótbóltsdyst hjá OB og á konsert.
Av tí at DHL stafettin var hesa vikuna, vórðu Jóhanna og Elisabeth bodnar at luttaka saman við lærarum úr Tietgen Handelsgymnasium.
Samanhald millum næmingarnar
Longu áðrenn donsku næmingarnir komu til Føroyar í mai, høvdu tey samband umvegis snapchat og facebook. Vinarbond vórðu knýtt beinavegin, og næmingarnir klikkaðu sera væl og vóru saman hvønn dag og hvørt kvøld aftaná skúlatíð.
Í summarferiuni vóru enntá nakrir føroyskir næmingar og vitjaðu í Odense, og eisini komu næmingar úr Odense at vitja í Føroyum.
Tey vóru sera glað at síggja hvønn annan, tá komið varð til Odense. Og tá tey fóru heimaftur, høvdu tey longu tosað um og planlagt, nær tey skuldu síggjast aftur.