Røða til próvhandan á Kambsdali 2018

Røða til próvhandan á Kambsdali 2018

”Har, sum ternan eigur verður grasgott, og tað saman við vakurleika hennara, ger hana væl lídda av fólki.”

Góðu pisur, góðu studentar. Til lukku við húgvuni og til lukku við próvnum, sum tit fara at fáa um eina løtu. Tað er ein veldigur framíhjárættur at standa her sum ein stoltur rektari og skoða tykkum og tala fyri tykkum. Hetta er altíð nakað heilt serligt, hátíðarligt og rørandi.

Í morgun tá eg vaknaði var brendaroykur í Syðrugøtu. Eg hugsaði við mær, gott eg ikki hevði hongt tey føroysku klæðini út á snór at lufta í nátt. Tað var nevniliga so, at eitt stórt bál varð tendrað á Sandinum í Syðrugøtu beint eftir midnátt í gjárkvøldið, og beint áðrenn eg fór í song, hugdi eg út gjøgnum kamarsvindeyga. Jú eitt vakurt og vælskipað bál. Eitt heitt 12 tal. Nógvur ungdómur og pappír bleiv kastað á bálið. Pappír í A4 stødd. Tað mesta brendi, men sumt fleyg eisini í lotinum himmalhøgt og út eftir víkini. Ja har fór hatta kopigjaldið. Her bleiv í øllum førum væl og virðiliga markerað, at nú er eitt mál nátt, at nú stendur man við eitt mark í lívinum. Tí er tað nakað eitt bál ímyndar, so er tað ein enda á nøkrum, sum farið er og eina byrjan uppá nakað nýtt. Ein reinsan. Í summum mentanum lata tey seg úr um føturnar og ganga á glóunum frá bálinum, men eg sá tíbetur ongan, sum royndi hesa siðvenju á sandinum í nátt.

Góðu pisur,

Tey árini vit hava havt saman her á skúlanum hendir so nógv, hvønn einasta dag. Tað eru góðar løtur, tað eru tungar løtur. Tað eru løtur, tá man hevur hug at kasta alt frá sær, og tað eru løtur, tá alt gongur sum eftir ánni. Ikki minst hendan seinasta mánaðin próvtøkunervarnir hava staðið uppá. Hesin spenningurin, sum er har so nógv og ymisk fólk møtast og virka, gera slíkar løtur sum hesa heilt serligar. Og vitanin um, at hetta er seinasta løtan, tit sum árgangur hava saman við okkum starvsfólkum á Kambsdali er bæði gleðilig, men eisini sorgblíð.

Í morgin tá tit vakna er húgvan og prógvið ikki longur eitt mál í tykkara gerandisdegi, men eitt amboð í morgundegnum á ferð tykkara víðari í lívinum.

Góðu næmingar,

Har, sum ternan eigur, verður grasgott, og tað saman við vakurleika hennara, ger hana væl lídda av fólki. 

Grasgott og vakurt.

Orðini eigur Mikkjal á Ryggi, og standa tey í Fuglabók hansara frá 1951, men tey kundu eins væl verið søgd um tykkum í 2018. Tit eru vakurleikin, har tit fara at búleikast fer heilt víst at vera grønt og grasgott, og eg veit tit fara at vera væl lídd millum manna.

Fyri 26 árum síðani sat eg í tykkara staði. Hetta er ryggsekkurin eg bar tey trý árini fram til próvtøkuna í 1992.  Je suis un étudiant; Ich bin ein Student; Soy un estudiante.

Í ryggsekkinum í ár havi eg tríggjar fuglar. Saman slag, men í ymiskum støddum. Tríggjar ternur. 1g, 2g og 3g.

Hendan minsta er sprøklut og velið er stutt. Sprøklutti liturin ger, at hon goymist í grasinum fyri rovfuglunum inntil vel og veingið kunnu bera hana á flogi. Hendan hevur longri vel og er farin at búnast og gera seg klára. Er betri før fyri at verja seg og luttekur nokk eisini í øllum kriinum í ternubølinum. Hendan, uppalin í Rituvík, er fullbúgving og klár at flúgva. Klár at flúgva aftur og fram úr Føroyum til suðurpólin einar 30 ferðir. Zig zag millum Afrika og Suðuramerika, soleiðis sum vindar og føði nú einaferð laga tað. Tað sigst, at ternan blívur um 30 ár og flýgur 71.000 km. um árið. Ella yvir 2.000.000 km. á egnum veingjum.

Búningartíðin hjá ternuni er ein rámandi mynd uppá okkara egna veruleika og serstakliga veruleikan, nú tit standa við einum studentsprógvi í hondini. Einum prógvi uppá, at tit nú eru liðug í skúlanum og skulu út um bøgarðarnar at royna tykkara veingir.

Góðu næmingar,

Lívligt er tá at hoyra hennara »kri kri«, og prýði er í henni, har hon hevur tilhald, sigur Mikkjal um staðið at ternan búleikast.

Tit hava fylt skúlan og okkara gerandisdag farnu trý árini við tykkara ungdómi. Látur, skemt, ítróttardagar, temakvøld, ferðir, skeivleikar, ball, tónleikur, lívsgleði, andakt, fyrigeving, sproytirevolvarar, áræði, brokk viðhvørt og nú eisini bál, men best av øllum hevur verið tykkara vinsemi og nærvera hesi árini. Tit skulu nú víðari. Velja og valmøguleikarnir eru óteljandi. Verið djørv tá tit velja, men verið erlig. Brúkið høvdið og …. brúkið hjarta. Brúkið fornuftið og kenslurnar. Verið tilreiðar til lívsins rótikassa. Hann er ikki bara á Facebook. Verið tilreiðar og góðtaki, at lívið ikki kann roknast út fult og heilt. Taki kjansir viðhvørt, og óttist ikki misstøk ov nógv.

Ein vísindalig kanning, ið bleiv gjørd av ferðingarmynstrinum hjá ternuni vísti, at tað kundi koma fyri, at onkrar viltust eystur til Avstraliu, men komu tó saman við hinum aftur, eftir at hava flogið ein 14.000 kilometra umveg.

Lívið er ikki bara ein dansur á rósum. Heldur ikki hjá Ternuni. Men hon veit ráð.

Tí Kemur rovfuglur at, flykkjast tær tættar uttanum og reka hann harðliga burtur.

Vandar, hóttanir, ólátaður og sjálvsøkin atburður. Slíkur er rovfugla atburður. Men hetta hoyra vit eisini nógv um í dagsins samfelag, og hesi eru størsta hóttanin móti tí fræsla og fría samfelagnum, vit øll ynskja og hava notið so gott av. Men hetta kemur ikki av sær sjálvum, og vit mugu hvør sær og í felag stríðast í móti, so okkara undirlendi verður varðveitt grasgott og vakurt.

Í hesi stremban er ikki alt lætt. Vit møta mørkum. Mørkum vit ikki vistu um. Mørkum, sum gera okkum bangin, vónleys og ivasom eina løtu.

Hugsjónarlig mørk. Mentanarlig mørk og landamørk. Persónlig mørk. Mørk skylja vanliga sundur, men tey eru ikki neyðturvuliga nøkur forðing. Tvørturímóti kann eitt mark veita íblástur og vera ein rannsakan av teimum virðunum, vit taka fyri givið.

Vónandi hevur førningurn tit hava fingið, bæði tann fakligi og menniskjaligi,  brynjað tykkum at koma at hesum mørkum. Skilja tey, virða tey og handfara tey skynsamt.

Minnist til, at tað byrjar altíð við tykkum sjálvum. Í tykkum sjálvum. Tykkara fortreytum, tykkara fatan og tykkara vilja. Gerist partur av heildini, felagsskapinum soleiðis sum tit eru og gerið sum ternan. Flykkist saman og reki rovfuglarnar tit møta á leiðini burtur.

Góðu pisur,

Tá eg minnist aftur á fyrsta skúladag tykkara, so síggi eg hesa lítlu ternupisuna fyri mær. Sprøklut og royndi líkasum at goyma seg í fjøldini. Styttri vel og gekk kanska skeivt nakrar ferðir. Eyguni flákraðu higar og hagar. Nógvu nýggju upplýsingarnar og upplivingarnar vóru ørkymlandi. Tá eg hugsi um tykkum í 2g, so var meira lív í. Tit byrjaðu at síggjast aftur á skúlanum. Svaraðu eisini aftur. Vuksu skjótt og væl. Velið bleiv longri. Koyrikortið var har og fleiri nýttust ikki at troðkast saman við teimum lítlu pisunum í bláu bussinum longur. Í dag sita tit so her. Ein so undurfullur skari. Klárur at fara undir teir 2.000.000 kilometrarnar gjøgnum lívið á egnum veingjum. Flogferðin byrjaði kanska longu í nátt, tá notatir og annað gott fóru flúgvandi sum fullbúnar Ternur í  ljósa náttarlotinum út eftir Gøtuvík, har Ternan í hesum døgum eisini leitar sær føði.

Eingin av fuglum okkara hevur so lætt og yndisligt flog sum ternan.

Eg ynski, at tit fara at fá eitt lætt og yndisligt flog og fara at megna at seta tykkara egnu mál. Seta mál fyri, hvat tit vilja við tykkum sjálvum. Tykkara útbúgving, og hvat tit ynskja at brúka lív tykkara til. Kanska tit skulu spyrja tykkum sjálvi: Hvørji virði eru týdningarmikil fyri meg sum menniskja? Hvørjar fyrimyndir havi eg? Hvat kann eg? Hvussu kann eg geva mítt íkast til samfelagið og felagsskapin? Hvussu kann eg verða við til at varðveita samfelagið grasgott og vakurt.

Eg vóni, at Miðnám á Kambsdali hevur givið tykkum amboð bæði fakliga og menniskjaliga at finna tykkara svar.

Góði studentur av búskapar-, fyrireikingar-, hug ella náttúrubreyt

Tað er ongantíð líkamikið hvat vit siga, hugsa og gera.

Gáa tí um tíni orð; tí tey gerast tínir tankar. Gáa um tínar tankar; teir gerast tínar gerðir. Gáa um tínar gerðir; tær blíva tín framtíð.

Sum eg segði í byrjanini, so er hendan løtan serstøk fyri okkum øll. Vit hava fingið so nógv frá hvørjum øðrum hesi árini. Ja so nógv, at óansæð, hvat hendir haðani so fer ein partur av okkum, sum starvast her at fylgja við tykkum víðari, og ein partur av tykkum liggur eftir á Dalini.

Vit sleppa tykkum her. Tit fara víðari við tveimum fullbúnum flúgvandi ternum á húgvuni.  Hvørji stig tit fara at taka, hvørjar gerðir tit fara at gera og hvat framtíðin ber við sær, vita vit einki um.

Men eg ynski tykkum innarliga eitt lætt og yndisligt flog og minnist til, at har ternan eigur, verður grasgott, og tað saman við vakurleika hennara, ger hana væl lídda av fólki.

Takk fyri!