Seinasta pisan í ár

Fyrrapartin varð seinasta pisan á Miðnámi á Kambsdali á hesum sinni klakt.

Tað var Magni Svartá Wennerstrøm, sum var til próvtøku í virkisbúskapi á A-stigi.

Við hesum er tað spennandi og strævna próvtøkutíðarskeiðið á miðnámi í skúlaárinum 21/22 at enda komið, og nú verður fyrireikað at fara á pisufund á Gøtusandi kl.17.

Vit ynskja Magna hjartaliga til lukku við húgvuni!