So er aftur skrivikapping!

,

Elskar tú góðar søgur? Dámar tær at skriva? Og vilt tú vinna 5.000 krónur? So er at fara í gongd nú, tí nú skipar Miðnám á Kambsdali aftur fyri skrivikapping millum allar næmingarnar á skúlanum. Freistin at lata inn er mikudagin 29. mars klokkan 15, og vinnararnir verða kosnir mikudagin 3. mai.

Í ár skal teksturin vera ein stuttsøga, sum skal vera á leið 1.000 orð á føroyskum máli. Tá tú hevur skrivað søguna, skalt tú senda hana sum word-skjal til skrivstovuna (teldupost: skrivstovan@kambsdalur.fo). Telduposturin skal verða merktur “stuttsøgukapping”.

Ein dómsnevnd við tveimum lærarum og einum rithøvundi velur vinnararnar, og dømingin er anonym, t.v.s., at dómararnir fáa ikki nøvnini á luttakarunum. Tú skalt tí bara skriva tínar kontaktupplýsingar (navn, telefon, teldupost, bústað) í teldupostin, ikki í word-skjalið.  Heitið á skjalinum skal vera tað sama sum heitið á søguni.

Bara núverandi næmingar á Miðnámi á Kambsdali kunnu taka lut. Fyrsta virðisløn er 5.000 krónur, onnur virðisløn 3.000 krónur og triðja virðisløn 1.000 krónur. Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at meta, um virðislønir skulu latast. Vinnararnir verða kunngjørdir við navni.

Tað er ikki loyvt at lata søgur inn, sum longu eru givnar út ella eru prentaðar í onkrari útgávu. Men um tú t.d. læt  eina søgu inn til kappingina í fjør, sum tú fegin vilt snøgga og bøta um og nýta umaftur í kappingini í ár, so kanst tú tað.

Letur tú eina søgu inn til kappingina, gevur tú samstundis loyvi til, at søgan kann verða almannkunngjørd á heimasíðu skúlans og prentað í møguligari útgávu. Í fjør vunnu Marita Terjadóttir Højgaard og Eva Kalinnikova Samuelsen fyrstu og aðru virðisløn í skrivikappingini, og báðar søgurnar komu út á prenti. Søgan, sum vann fyrstu virðisløn, var prentað í Mín Jólabók, og søgan, sum vann aðru virðisløn, var útgivin í Varðanum.

Vilt tú menna tína skriving og betra tínar møguleikar at vinna, so kanst tú eisini fara á skriviskeið, sum viðurkendi rithøvundurin Marjun Syderbø Kjelnæs fer at hava á Miðnámi á Kambsdali. Skeiðið verður í tveir dagar, tann 3. mars og tann 17. mars, báðar dagarnar annan blokk, t.v.s. 9.55-11.25.