So er aftur skrivikapping!
Elskar tú góðar søgur? Dámar tær at skriva? Og vilt tú vinna 5.000 krónur? So er at fara í gongd nú, tí nú skipar Miðnám á Kambsdali aftur fyri skrivikapping millum allar næmingarnar á skúlanum. Freistin at lata inn er hósdagin 14. mars kl. 15, og vinnararnir verða kosnir fríggjadagin 19. apríl.
Í sambandi við kappingina verður skriviskeið á Miðnámi á Kambsdali. Skeiðið verður 28. februar og 6. mars, báðar dagarnar í øðrum blokki, t.e. kl. 9.55-11.25. Í ár er tað Danial Viðoy, sum fer at hava skeiðið. Danial Viðoy hevur skrivað vælumtóktu ungdómsskaldsøgurnar Tvístøða (2020) og Rangstøða (2022). Á skeiðinum sleppur tú at menna tínar skriviførleikar, og hvør veit, um tað ikki, verður tú, sum verður hepni vinnarin í ár.
Eins og undanfarin ár skal teksturin vera ein stuttsøga, sum skal vera á leið 1.000 orð á føroyskum máli. Tá ið tú hevur skrivað søguna, skalt tú senda hana sum word-skjal til skrivstovuna (teldupost: skrivstovan@kambsdalur.fo). Telduposturin skal verða merktur “stuttsøgukapping”.
Ein dómsnevnd við tveimum lærarum og einum rithøvundi velur vinnararnar, og dømingin er anonym. Tað merkir, at dómararnir fáa ikki nøvnini á luttakarunum. Tú skalt tí bara skriva tínar kontaktupplýsingar (navn, telefon, teldupost, bústað) í teldupostin, ikki í word-skjalið. Heitið á skjalinum skal vera tað sama sum heitið á søguni.
Bara núverandi næmingar á Miðnámi á Kambsdali kunnu taka lut. Fyrsta virðisløn er 5.000 krónur, onnur virðisløn 3.000 krónur og triðja virðisløn 1.000 krónur. Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at meta, um virðislønir skulu latast. Vinnararnir verða kunngjørdir við navni.
Tað er ikki loyvt at lata søgur inn, sum longu eru givnar út ella eru prentaðar í onkrari útgávu. Men um tú t.d. læt eina søgu inn til kappingina í fjør, sum tú fegin vilt snøgga og bøta um og nýta umaftur í kappingini í ár, so kanst tú tað.
Letur tú eina søgu inn til kappingina, gevur tú samstundis loyvi til, at søgan kann verða almannkunngjørd á heimasíðu skúlans og prentað í møguligari útgávu.
Í fjør vann Sára Thomsen fyrstu virðisløn fyri stuttsøguna ”Tað var eg”. Aðru og triðju virðisløn vunnu Anita Absalonsen og Rakul á Steig Jónleifsdóttir fyri søgurnar ”Hvussu eitur tú?” og ”Huldugentan”.