Søgulærarar lótu bókina upp
Frá vinstru: Dorit Hansen, Jákup Bernhard Brim Joensen og Óluva Klettskarð, ritstjórar
Umframt tey trý, Dorit Hansen, Óluva Klettskarð og Jákup Bernhard Brim Joensen, hava hesir lærar skúlans givið íkast í arbeiðið: Christina Jensen, Høgni Holm, Jákupbjørg Lambaa, Annika Steintórsdóttir Biskopstø, Meinhard Bjartalíð, Joan Mohr, Joan Gardar, Hjalti Hermanson Dalheim, Jóannes Djurhuus og Óli Høgnesen.
Týsdagin 12. desember var ein serlig løta í skúlahøllini kl. 14. Boðið varð inn til bókaframløgu, tí í rúma tíð hava lærarar og leiðsla á skúlanum arbeitt við hugskotinum og verkætlanini at miðla fyrstu bókina um Føroyar til miðnámsskúlanæmingar, og samstundis varpa ljós á, at nú eru neyvt 350 ár síðani, at Færoæ et Færoa Reserata (Faeröernis oc Faeroeske Indbyggeris Beskrifvelse) eftir Lucas Debes kom út.
Hetta er kunnskapur og vísindi frá eini farnari tíð og bókin gevur høvi at hyggja aftur og seta í frásjón og hyggja fram. 2023, sum fer at halla, er 400 ár síðani Lucas Debes varð føddur og 350 ár síðani víðagitna bók hansara varð givin út.
Skráin var áhugaverd og kjarnin var framløgurnar hjá teimum trimum ritstjórnunum, Dorit Hansen, sum er miðnámslærari í søgu, enskum og føroyskum, Óluva Klettskarð, sum er miðnámslærari í søgu og føroyskum, og Jákup Bernhard Brim Joensen, sum er miðnámslærari í søgu og føroyskum.
Og vit kunnu siga, at hesir tríggir sera kveikjandi undirvísarar á Miðnámi á Kambsdali lótu bókina upp fyri okkum í fleiri týdningum, tí hetta var dagurin, tá almenningurin slapp at síggja bókina og innihaldið og at blaða í henni, men hetta var eisini dagurin, tá tey byrjaðu at útleggja tekstin og alment seta hann í fakligan samanhang. Tann fakligi samanhangurin er tvørfakligt arbeiði á miðnámsstigi og tann didaktisering og tann námsfrøði, sum er løgd fyri dagin í hesi bók, sum ikki er ein pappírsbók, men ein netborin bók, sokallað sBók. Hon er samvirkin, so at næmingar kunnu arbeiða inni á henni, síggja videobrot, lesa upprunatekst og fara inn á leinki til eitt og annað, sum liggur í teimum áhugaverdu uppgávunum, sum eru framleiddar til høvið.
Jákup Bernhard røddi um Lucas Debes sum høvund og um tíðina, hann virkaði. Dorit legði sjálva bókina fram og vísti innhaldið við ymsum frágreiðingum, og Óluva tók fram dømi um, hvussu undirvísingargongdir eru skipaðar við støði í Færoæ et Færoa Reserata. Tað var ein gandakend løta og merktist á øllum brøgdum, at hesi hava troytt allar grunnar í góðum samstarvi fyri at lýsa hendan tekstliga gimstein um okkara áhugaverda land, sum danski Debes, sum búsettist í Føroyum, hevur lagt eftir seg. Tað vóru tríggir kveiktir og kveikjandi søuglærarar, sum trinu fram.
Men harumframt var gestasangari við til tiltakið, og Kári Sverrisson rúnarbant øll, sum saman vóru komin, við skjaldrum, kvæði, Kingosálmi, sum tóku okkum aftur í hesa tíð í Føroyum, sum er lýst í 350 ára gomlu bókini.
Christian Joensen, rektari bjóðaði vælkomin, Hanna Jensen greiddi frá, hvussu verkætlanin kom í eyga og frá samstarvinum við Nám og Eyðun Gaard, stjóri á Námi, bar eina heilsan og røddi um arbeiðið at støðugt framleiða gott og tíðarhósakandi undirvísingartilfar. Síðani var kaffi, lagkøka og jólagóðgæti at fáa, og fólk nýttu høvið at heilsa upp á hvønn annan og umrøða lutir í hesi merkisverdu bók og bókaútgávu. Harumframt stóðu frammi tvær framsýningar: ein við eldri útgávum av Færoæ et Færoa Reserata og ein við lutum, sum metast hava verið partur av vanliga húsarhaldinum í tíðini, sum bókin snýr seg um. Aftan á bitu vit merki í, at øll, sum hava arbeitt við bókini ella eiga onrkan part í verkætlanini, eru fyrrverandi næmingar á lærustovninum Miðnámi á Kambsdali, og hetta minnir okkum á týdningin av góðum útbúgvingarmøguleikum um alt landið og hvussu hetta byggir land.
Eitt forkunnugt tiltak, sum mong kunnu frøast um, og sum varpar ljós á áhugavert tilfar um Føroyar og á virkin starvsfólk við eldhuga fyri vitan og fyri at miðla hana til Føroya ungdóm.