Spírandi skaldagávur heiðraðar
Triðja árið á rað hevur Miðnám á Kambsdali skipað fyri skrivikapping fyri næmingarnar á skúlanum. Undirtøkan var góð, nógvir næmingar tóku lut á skriviskeiðunum hjá Daniali Viðoy, 19 næmingar lótu søgur inn til kappingina, og tríggir vinnarar vóru kosnir.
Sára Thomsen úr N22x vann fyrstu virðisløn fyri stuttsøguna “Yvir um hav …”, Anna Katrin Mohr úr H23a vann aðru virðisløn fyri “Summarhúsið”, og Antonia Eyðunsdóttir Larsen úr H21b vann triðju virðisløn fyri “Húsmóðir”.
Dómsnevndin við Henriettu Arge Jacobsen, Dorit Hansen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð las allar tær 19 søgurnar, sum komu inn til kappingina, uttan at vita, hvør næmingur hevði skrivað hvørja søgu. Nógvir tekstir løgdu upp til sera góðar søgur, men vinnararnir vóru tær mest heilstoyptu søgurnar.
Um stuttsøguna “Yvir um hav …” eftir Sáru Thomsen, segði dómsnevndin:
Stuttsøgan er ein sterk og viðkomandi søga um flóttar, sum flýggja tvørturum hav í smábátum í royndini at bjarga sær og sínum undan kríggi. “Yvir um hav …” er fyrst og fremst um tey, sum ikki náa fram, men enda sítt lív í sjónum.
Stutt og hegniga evnar rithøvundurin gjøgnum eyguni hjá einari gentu at flætta saman døpru nútíðina við ljósu fortíðina hjá sær sjálvari og øðrum av teimum, sum eru við í bátinum.
Frásøguhátturin krevur nakað av lesaranum, men afturfyri stríðið fær lesarin eina uppliving, sum ikki fer frá tær aftur, og sum bara verður styrkt, hvørja ferð tú lesur søguna umaftur.
Um stuttsøguna “Summarhúsið” eftir Onnu Katrin Mohr, segði dómsnevndin:
Í stuttsøguni hitta vit Pætur, sum er farin í summarhús saman við trimum vinfólkum. Tey fýra hava júst fingið frí frá skúlanum, og tey ætla at stuttleika sær og ballast. Lagið er gott, men tað eru eisini ósagdir spenningar.
Sjónarhornið í stuttsøguni er hjá Pæturi, og við sínum ráðaloysi og sínum eygleiðingum, avdúkar hann spakuliga sína tvístøðu.
Søgan hevur lætt, ungt gerandismál, samrøðurnar eru trúligar, og ungdómslívið er lýst staðfestandi og uttan avgjørdar niðurstøður.
Og um stuttsøguna “Húsmóðir” eftir Antoniu Eyðunsdóttur Larsen, segði dómsnevndin:
Stuttsøgan er ein fjálg og lívsjáttandi løtumynd av einari eldri kvinnu, sum sær aftur á sítt lív við takksemi. Sum lesarar fáa vit innlit í hugaheim hennara hetta kvøldið, har hon við útvarpinum í bakgrundini hugnar sær við stokkum og temunni.
Við at lata søguna fara fram 8. mars megnar rithøvundurin at sneiða evnið inn á ymsar kvinnuleiklutir. Hegnisliga verður henda kvinnan, húsmóðirin, sett upp ímóti sokallaðum kvinnubrotum, sum hon hoyrir um í útvarpinum. Tó gerst søgan hvørki merkt av beiskleika ella sjálvrósi, men heldur av nøgdsemi og samgleði, og júst tað er við til at geva søguni tyngd.
Miðnám á Kambsdali ynskir teimum trimum hjartaliga til lukku!
Dómsnevndin fegnast eisini um, at so nógv tóku lut í kappingini, og at skriviskeiðini hjá Daniali Viðoy fingu so góða undirtøku.
– Tað var serligt, at Sára Thomsen aftur í ár skuldi skrivað bestu søguna, sigur Dorit Hansen, limur í dómsnevndini. Tað var eisini stuttligt, at so mong høvdu latið so góðar tekstir inn. Vit hava nógvar næmingar við góðum skaldagávum, og tað er týdningarmikið, at vit geva teimum møguleikar at mennast og spíra.
Myndirnar eru frá heiðursløtuni tann 19. apríl. Antonia kundi tíverri ikki vera við.
Niðanfyri eru leinki til tær tríggjar stuttsøgurnar.