Stóru kanónirnar í Álandi

Mánadagin 02. septembur fóru Magni Høgnesen og Absalon Matras Sjúrðarson til Álands í sambandi við eina Nordplus-verkætlan. Endamálið við túrinum var at kanna møguleikar fyri samstarvi millum Ålands Gymnasium og Miðnám á Kambsdali. Londini líkjast á nógvum økjum, tí eins og í Føroyum, so flyta nógv ung úr Álandi til m.a. Finnlands og Svøríki í lestrarørindum, og ein stórur partur kemur ongantíð aftur. Harumframt, so er talan um lond við lutfalsliga fáum íbúgvum, og hóast álendingar tosa svenskt, og tað eru væl fleiri, sum tosa svenskt enn føroyskt,  so er málið eins og tað føroyska undir trýsti. Trýstið kemur m.a. frá enskum, sum tey ungu brúka alt meira, men eisini av tí stóru tilflytingini, sum hevur verið seinastu árini. Tí er tað eins og í Føroyum stórur tørvur á at veita tilflytarum í Álandi undirvísing í svenskum sum annaðmál sum liður í integratiónini.

Serliga hesi bæði viðurskiftini hava myndað arbeiðið hesar dagarnar í Álandi. Fyrst var ávirkanin, sum enskt hevur á málini í londunum, umrøtt, og her varð kannað, hvørji átøk kunnu gerast fyri at verja málini. Eisini vóru undirvísararnir á Ålands Gymnasium hugtiknir av arbeiðinum, sum Miðnám á Kambsdali ger í sambandi við undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Eisini her vóru nógv viðurskifti, sum líkjast, og tí varð hildið, at starvsfólkini á báðum skúlunum høvdu kunnað notið gott av einum samstarvi á hesum økinum. Afturat hesum, so vóru lærararnir á Ålands Gymnasium sera hugtiknir av serbreytini á Miðnámi á Kambsdali, og hvussu júst henda breytin riggar í praksis. Møguliga kemur okkurt samstarv burtur úr hesum í framtíðini.