Størv á serbreytini skúlaárið 2024/25

Serbreytin er fyri næmingar við serligum tørvi, sum ikki eru førir fyri at fylgja undirvísingini í vanligu miðnámsskipanini. Undirvísingin á serbreytini er einstaklingalagað undirvísing í smáum bólkum, bæði í vanligum lærugreinum á hóskandi stigi og í sosialum og verkligum førleikum eftir OCN-skipanini.

Søkt verður eftir starvsfólkum til serbreytina við námsfrøðiligari útbúgving, eitt nú læraraprógvi, námsfrøðingaprógvi ella aðrari viðkomandi útbúgving.

Talan kann vera um fulltíðarstørv at seta frá 1. august, og talan kann gerast um fast starv. Dentur verður lagdur á royndir og útbúgving innan sernámsfrøðiliga økið ella aðra viðkomandi útbúgving. Umsøkjari, ið kann fylgja dreingjum til svimjing og ítrótt, hevur fyrimun.

Skúlin fer at leggja dent á, at umsøkjarar fara at taka virknan lut í at menna eitt gott námsfrøðiligt skúlaumhvørvi í eini skúlabreyt, har samstarv, nýggir arbeiðshættir og KT eru týðandi tættir.

Harumframt fer skúlin at leggja dent á, at umsøkjararnir hava kunnleika til sernámsfrøði og eru sinnaðir at ogna sær økt innlit og vitan um hetta.

Persónligir førleikar

Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar:

✓ at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar

✓ at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt  

✓ at leggja til rættis og leiða undirvísingarstøðuna

✓ at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnám á Kambsdali

Harafturat verður dentur lagdur á:

✓ at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði teir munnligu og skrivligu

✓ at tú hevur góðar KT førleikar.

Setanarviðurskifti

Skúlin leggur dent á at fáa samlaðu tímaætlanina at ganga upp. Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum og sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 28. apríl 2024. Umsóknir skulu sendast til ums@kambsdalur.fo við heitinum “Starvsfólk til serbreytina”

Spurningar um størvini kunnu setast Christian Joensen, rektara, á crj@kambsdalur.fo ella Sunnevu Lambavík, útbúgvingarleiðara, á sla@kambsdalur.fo

Sí leys størv á Miðnámi á Kambsdali