HUGBREYT

HUGBREYT

HUGBREYT<br>

HUGBREYT

HUGBREYT

HUGBREYT

HUGBREYT

HUGBREYT

Hugbreyt

Á hugbreytini verður dentur lagdur á málslig og hugvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni so sum skapandi lærugreinir og náttúrulæru­greinir.

Undirvísingin á hugbreytini er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúla­num. Nógv er vanlig floksundirvísing, men bólka­ og verkætlanararbeiði er eisini partur av gerandisdegnum. Á hugbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum .

Námsferðir, vitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig, á hugbreytini .

Lærugreinir



Námsætlanir til lærugreinarnar kunnu takast niður á her

Framtíðarmøguleikar

Við einum prógvi frá hugbreytini kanst tú søkja inn á allar hægri framhalds­ útbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum. Við einum prógvi frá hugbreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á tær hugvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.

Faldari kann takast niður her