Føroyingar í norðuratlantiskum flokki
Í summar kundu føroysk ung á fyrsta sinni søkja inn á eina norðuratlantiska náttúrubreyt, har næmingarnir taka fyrsta árið í Danmark, annað árið í Føroyum og Íslandi og triðja árið í Grønlandi.
Tvær føroyskar gentur, Femja Poulsen og Angela Djurhuus, ganga í flokkinum, sum byrjaði í summar, og sum kemur til Føroya komandi ár.
Lærarar úr fýra londum leggja felags námsætlanir. Femja Poulsen vísir Magna Høgnesen, lærara og samskipara á Kambsdali nýggju lestraríbúðirnar, ið eru reistar við danska studentaskúlan í samband við, at føroyskir, íslendskir og grønlendskir næmingar skulu ganga har. Maria Gregersen, Sigrun Skálagarð og Nikolina Olsen, lærarar á Kambsdali, saman við Angelu Djurhuus, sum gongur í fyrsta norðuratlantiska flokkinum. Norðuratlantiski flokkurin, tá hann byrjaði í summar.
Royndarverkætlanin koyrir í fimm ár. Tað vil siga, at komandi tvey árini kunnu eisini onnur føroysk ung søkja inn á norðuratlantisku náttúrubreytina.
Ovasta myndin: Føroysku næmingarnir saman við Magna Høgnesen, samskipara, og Mariu Gregersen, lestrarvegleiðara.