Føroysk menningarhjálp vitjar

Í dag hevði Miðnám vitjan úr afrikanska landinum Kjadd. Føroya Landsstýrið gjørdi fyrr í ár av at stuðla einari verkætlan hjá Bláa Krossi í afrikanska landinum, og í hesum sambandi er verkætlanarleiðarin Bedingar Ngarossorang á vitjan í Føroyum.

Verkætlanin er ein lívsførleikaskúli fyri ung, har tey verða ment kensluliga, sosialt og fíggjarliga. Fokus er eisini á at hjálpa teimum úr rústrupulleikum, at fyribyrgja rúsbundni og kynsrelateraðan harðskap millum ung.

Næmingarnir í Miðnámi vórðu kunnaðir um verkætlanina og um støðuna í stóra afrikanska landinum, ið hevur stórar sosialar avbjóðingar. Kjadd er sjeyndfátækasta landið í heiminum, 80 prosent av íbúgvunum liva undir fátækramarkinum, og landið hevur verið hart rakt av politiskum ófriði.

Petur Jákup Petersen, aðalskrivari og Lív Joensen, samskipari í Bláa Krossi Føroya vóru eisini við til tiltakið í Miðnámi á Kambsdali.