Tvørfaklig vitjan á Kambsdali

Hósdagin í farnu viku skipaðu Dánjal Petur Højgaard, ið undirvísir í lívfrøði, og Birna Heinesen, sum undirvísir í donskum og leiklist, fyri einum tvørfakligum tiltaki um bókmentir og sálarsjúku. 

Tiltakið varpaði ljós á sálarheilsu og ritlist, og fokus var á nýggju útgávuna hjá unga rithøvundinum, Onnu Maluni Jógvansdóttir. Til hetta høvið høvdu Dánjal Petur og Birna bjóðað Kim Simonsen, mag.art og ph. d., Onnu Maluni Jógvansdóttur, rithøvundi, og Suna Poulsen, sálarfrøðingi. 

Tiltakið byrjaði við, at Kim Simonsen greiddi frá um bókmentir, náttúru og menniskja, síðani hevði Suni Poulsen eina framløgu um sálarsjúku, ung, samfelag og heilivág, og síðani segði Anna Malan Jógvansdóttir frá síni søgu, sínum sambandi við heilsuverkið og um tað at vera listafólk. Hon lýsti eisini, hvussu hon hevur brúkt tað at skriva bókina “psykosudrotningin sigur frá” sum viðgerð. 

Næmingarnir vóru sera áhugaðir og virknir í samrøðum og kjaki – og væntandi fer hendan vitjanin at síggjast aftur í onkrari uppgávu ella framførslu á skúlanum komandi tíðina.