Spírandi viðar- og plantulund á dølum

Í fyrstu skúlavikuni var nógv virksemi í viðar- og plantulundini á Kambsdali. Hetta er ein verkætlan, sum serbreytin stendur fyri, og ætlanin er, at um nøkur ár stendur ein vøkur viðarlund á Dalinum. Longu nú vaksa bæði grønmeti og fruktir í lundini, og hesum njóta kræsnir gómar á Kambsdaldi gott av.

Ein partur av innleiðsluni hjá 1. árs næmingunum á miðnámi var at hjálpa serbreytini at seta trø niður. Ein góður og kveikjandi dagur, og mín sann um ikki sjálvur løgmaður, sum fyri 10 árum síðan gekk á Kambsdali, kom á gátt. Hann plantaði sjálvandi eitt løgmanstræ.

Prát, flenn, mold, spakar, gummistilvar, samstarv og góð samvera.

Uttan dyggan stuðul, so var viðar- og plantulundi tó ongantíð blivin veruleiki. Miðnám á Kambsdali takkar Betri-samtakið fyri stuðul til viðar- og plantulundina.

Í videoinum greiðir Sunneva Lambavík, leiðari á serbreytini, frá tiltakinum.

Myndir frá tiltakinum síggjast her.