Vit byrja aftur!
Mikudagin,12. august byrjar skúlagongdin aftur, og leiðsla, lærarar og starvsfólk gleða seg at taka ímóti øllum næmingum skúlans.
Næmingarnir á Klaksvíkar HF-skeiði møta kl.10.
Á Kambsdali møta næmingarnir hesar tíðir:
Kl. 8.10 møtir 1. árgangur eins og FSA-ung. Byrjað verður í Miðhøllini til vælkomuheilsan og ymsa kunning. Síðani verður farið í nýggju flokkarnar og í flokshølini, og tá byrjar innleiðslutíðarskeiðið.
Kl. 9.55 møta 2. og 3. árgangur. Byrjað verður í Miðhøllini, og síðani verður farið í flokkarnar, har undirvíst verður eftir tímatalvuni restina av skúladegnum.
NGK møtir kl. 9.55 saman við 2. og 3. árgangi.
Tó møta næmingarnir á serbreytini týsdagin 11. august kl.12.
Verið vælkomin til eitt nýtt skúlaár á Miðnámi á Kambsdali og á Klaksvíkar HF-skeiði!


