Skúlatími í banka
Undirvísing nýtist ikki altíð at ganga fyri seg í einari skúlastovu. Í farnu viku vóru 16 næmingar, sum hava lærugreinina Fígging á Búskaparbreytini á vitjan í BankNordik í Saltangará.
Áðrenn vitjanina hevði flokkurin viðgjørt bankalán, hvørji sløg av lánum eru, og hvørjir fyrimunir og vansar eru við ymsu sløgunum. Tey høvdu eisini lisið um, hvørjar uppgávur peningastovnar hava, og hvussu teir verða riknir. Og um hvørjar avbjóðingar bankar hava, tá rentan broytist nógv, og ikki minst tá rentan verður negativ.
Á vitjanini í Saltangará fingu næmingarnir høvi at spyrja starvsfólk hjá bankanum um tað, sum tey høvdu lisið og kjakast um í tímunum.
– Tað gevur nakað eyka at tosa beinleiðis við vinnulívið um tað, sum annars er pensum í einari skúlastovu, sigur Bjartur Nolsøe, lærari.