Landsliðsvenjari vitjar Serbreytina
Í farnu viku høvdu næmingarnir á Serbreytini ein serligan ítróttartíma við Gunnari Sivertsen, sum umframt at ganga á triðja árið á Miðnámi eisini er landsliðsvenjari í racerunning og frælsum ítrótti hjá Parasport Føroyar (ÍSB).
Næmingarnir sluppu at royna seg í renning og ymiskum køstum, og Levi Hanusarson, sum til dagligt hevur Gunnar sum venjara, var við til ítróttartíman á Kambsdali. Í summar vann Levi Hanusarson gull í í ítróttargreinini 100m RaceRunning í para-atletiskari heimskapping fyri ung. Umframt at vinna gull, setti eisini heimset á teininum.
– Tað var stuttligt fyri okkara næmingar at hitta Levi og at fáa undirvísing frá Gunnari Sivertsen. Tey kundu øll vera við og lærdu nógv nýtt, sigur Tóra Norðgerð, lærari á Serbreytini.