Næmingaráðið valt

Í gjár, týsdagin 24. september, var næmingarráðsval í Miðnámi. 490 næmingar høvdu valrætt, og  323 greiddu atkvøðu. Valluttøkan var sostatt 65,9 prosent.

Tey, sum vórðu vald í  næmingaráðið fyri skúlaárið 2019 – 2020, eru í nevndu raðfylgju:

  1. Gunnar Eihilt Sivertsen
  2. Marin Brandsdóttir
  3. Dánial Danielsen
  4. Sámuel Emilsson Abrahamsen
  5. Sonni Mikkelsen

Harafturat skuldu eykaumboð tilnevnast. Á sætta plássi vóru trý valevni jøvn í atkvøðum. Tí bleiv trekt lut um, í hvørjari raðfylgju tey eru eykaumboð.

Raðfylgjan bleiv hendan:

  1. Dávid Jónhardsson
  2. Gunnar Einarsson Justinussen
  3. Jákup Joensen Eskildsen

Eftir valið takkaði Páll Isholm, rektari, valevnum og veljarum fyri luttøku. Hann ynskti teimum valdu til lukku við valinum og legði afturat, at hann gleddi seg til  eitt gott og konstruktivt samstarv.