Frá Hammershaimb til Siri

Ein heilsan til nývalda málráðið á fyrsta skúladegi

Føroysk lesi- og skriviveik hava als ikki somu amboð, sum okkara grannar hava. Føroysk barnagarðsbørn eru farin at spæla meira og minni á enskum saman, og føroyskur ungdómur møtir í alsamt minni mun sínum egna móðurmáli í virki sínum.

Føroyska málið fer at fáa risastórar avbjóðingar, um vit ikki taka talgildu samskiftieksplotiónina í størri ávara. Ja helst tær størstu síðan Hammershaimb og Dr. Jakobsen vóru uppi á døgum. Vit kunnu velja at stinga høvdið í sandin og lata føroyska málið spakuliga blíva nakað eksklusivt og síðani hvørva, ella vit kunnu gera nakað við tað og skapa eitt móðurmál fyri øll.

Á frálíkari ráðstevnu um orðblindni herfyri var sjón fyri søgn, at føroyingar ikki hava atgongd til sítt móðurmál á jøvnum føti við onnur. Serliga eru tað møguleikarnir at flyta talu til tekst, sum vóru hugtakandi. Hesin møguleiki, sum í dag finst á øllum okkara grannamálum, fer at kollvelta atgongdina til málið, serstakliga skriftmálið. Við Facebook, SMS, Twitter, telduposti, ja allari samskiftiseksplosjónini í huga, kann eingin krógva seg burtur við sínum skrivitrupulleikum longur. Tøknin at hjálpa er har t.d Siri hjá Apple, sum hvørt mansbarn gongur við í lummanum og raddarskrivingini hjá Google, sum øll við eini Google kontu hava.

Dagliga hoyra vit eisini um tørvin á tilfari til børn og ung. Vit hava nógv góð dømi um frálíkt føroyskt barnatilfar, men tað tykist ikki vera nakar áhugi at brúka pening uppá tað, hóast tað kanska ongantíð hevur verið lættari enn nú at gera og fíggja slíkt. Tá vit megnaðu at gera stór hoyrispøl fyri skjótt 50 árum síðani, sum framvegis eru klassikarar, so eiga vit eisini at kunna gera góðar teknifilmsklassikarar og annað gott á føroyskum í 2017. Børnini hungra eftir hesum, tí tey flestu hava nú einaferð bara eitt móðurmál.

Føroyskt er eitt so lítið málumráði, at tað valla hevur stórvegis áhuga hjá risafeløgum sum Google, Apple, Disney og øðrum, ið ongar skyldur hava mótvegis okkum. Vit kunnu ikki lena okkum afturá, men hava skyldu at taka okkum av málinum her heima. Vit mugu frá almennari síðu seta munagóð tiltøk í verk alt fyri eitt.

Vit eiga t.d.:

  1. at fara undir menningina av ‘talu til tekst’ á føroyskum. Hetta er slóðbrótandi amboð. Fyrst og fremst hjá teimum, sum hava trupulleikar við at skriva, men eisini hjá teimum, ið hava tørv á at skriva. Og tað hava vit jú øll. Vit eiga málfrøðingarnar, teldusnillingarnar og samstørvini við onnur lond, sum hava megnað tað undan okkum.
  2. at gera eina miðvísa ætlan við neyðugari fígging, so vit áhaldandi skapa føroyska talu í barnafilmum. Bæði teknifilmum og spælifilmum. Vit eiga sjónleikarar, týðarar og miðlar, sum saman kunnu fremja hetta.
  3. at seta nógv hægri ferð á málsetningin um, at alt tilfar í føroyska fólkaskúlanum og meginparturin á miðnámi skal vera á føroyskum og áhaldandi nútímansgerast í mun til námsfrøðilig háttaløg og tøkniligar møguleikar. Vit eiga lærarar, listarfólk og forløg, sum megna hesa uppgávuna.

At skapa bestu fortreytir fyri okkara børn og ungu at menna seg á sínum móðurmáli er avgerandi fyri alla aðra menning. Evnini at skilja og gera seg skiltan botna í tínum móðurmáli, og tess fyrr vit fáa fatur á hesum, tess betri.

Manglandi evni at samskifta koma at kosta okkum dýrt. Bæði peningaliga og menniskjaliga, so fyrr vit seta ferð á hesa íløguna, størri verður vinningurin. Longri vit bíða, hægri verður prísurin.

Dyggar og viðkomandi íløgur í móðurmálið eru eins týdningarmiklar og aðrar risa íløgur. Tær krevja kanska meira tol og fara ikki at skyggja so skjótt sum betong, hol og stál, men tær skína munandi longri. Hammershaimb og Dr. Jakobsen høvdu tol og hegni, og tað kunnu vit takka teimum fyri í dag og nógv ár afturat.

Vónandi fara komandi ættarlið at kunna takka okkum, sum nú eru uppi á døgum fyri, at vit gjørdu dyggar og framskygdar íløgur í okkara móðurmál, tá talgilda kollveltingin av álvara tók dik á seg.

Skuldi eg valt millum eina føroyska Siri og ein føroyskan heimabanka ella millum eina føroyska skrivirødd og ein tunnil, so valdi eg Siri og skrivirøddina heldur enn heimabankan og tunnilin. Og tað vænti eg eisini Hammershaimb hevði gjørt.

Til lukku við tilnevningini tit 11 í nýggja Málráðnum, og góðan fyrsta skúladag tit 716, sum í dag trína inn um skúlans gátt á fyrsta sinni. Góða eydnu í yrki tykkara øll 727.