Eg lærdi at skriva í student

Vit skrivaðu bara ein stíl í barnaskúlanum. Tað var hjá Grete. Hon var donsk og brúkti metodur, sum ikki stóðu í føroyskum námsfrøðisbókum. Vit arbeiddu við Robinson Crusoe søgum, skrivaðu stíl, gjørdu fløgg at hava við til Herreys konsert. Í dag hevði hon verið ein dropi í havinum, men tá var hon eitt lýtt lot í gamla skúlanum. Eg minnist ikki, hvat stílurin snúði seg um, ella hvat eg fekk. Minnist heldur onki til, at tað var ein stór uppliving at skriva. Men tað var fyrsta uppliving av, at ein stílur kann vera ein brúgv millum tvey fólk frá hvør sínari planet.

Í student hevði eg nakrar fáar minniligar upplivingar við at skriva, men fiaskoirnar vóru ofta stórar. Triðja árið fór eg at síggja meg sum skrivandi fólk uttan nakrantíð at hava skrivað ein tekst, sum var verdur at lesa. Eg tímdi nú betur at skriva enn ikki at skriva, eisini stíl. Við tí fylgdi hugurin at lata inn, men karakterirnir fóru ongantíð til himmals.

Erik Arge, sáli, var eitt arbeiðsgrev. Vit skrivaðu nógvar og langar uppgávur í samfelagsfaki, og hann gav altíð gott respons og rímiligan karakter. Hann lærdi meg at vilja tað, sum Hemingway seinni lærdi meg at forstanda: Far til sakina sum skjótast og roksa sum minst.

Í føroyskum vóru ambitiónirnar størst. Eg havi ikki lisið stílarnar aftur, men teir hava neppa verið so góðir, sum eg helt. Fekk 10 fyri tann fyrsta í fyrsta g og 8 fyri allar hinar øll trý árini. Eg skilti tað ikki, og tað mól eitt sindur fyri mær, tá eg hugsaði um tað. Tá lærarin segði, at sensor til próvtøkuna æt Jonhard, og at hann gekk undir navninum Slaktarin úr Vestmanna, misti eg mótið. Men tíðliga ein leygarmorgun ringdi lærarin til mín og fortaldi, at eg hevði fingið 10. Hann var rørdur, og eg var rørdur. Vit løgdu á, og eg segði “Yes!” og legði meg aftur.

Eftir student fór eg í hægri handilsskúla. Trý ár á miðnámi er eitt ár for lítið, og hvør veit: kanska hevði eg evnir til handil ella umsiting. Á Harenga slapp eg altíð at avskipa og dugdi tað væl. Í handilsskúlanum lærdi eg bókhald, men fyrst og fremst, at framtíðin hjá mær var bøkur við bókstøvum og minst møguligt av tølum. Fært tú ikki fylgt við í roknskapartímunum, tí at tú krógvar Begrebet Angest hjá Søren Kierkegaard aftan fyri kredit og debet heftið – og lesur yrkingar í fríkorterunum – tá er tíð upp á at forstanda, at búskaparbreyt er ikki akkurát tú.

Vit høvdu ein aldrandi dana í teldulæru og sølubúskapi. Flokkurin endaði í konflikt við hann, og hann bleiv uppsagdur, tá árið var liðugt, men tá málið var loyst, bleiv hann góður við meg, sjálvt um eg hevði verið við í ákærunum. Hann var tann fyrsti vaksni at tosa við meg um Kierkegaard, og einaferð skrivaði hann sum viðmerking í einari uppgávu: “Der er brug for gode textforfattere i erhvervslivet.” Hetta bleiv eisini ein varði á skúlagøtuni. Hetta var fyrstu ferð, at eg fekk at vita, at eg dugdi okkurt, sum kundi brúkast í framtíðini.

Vit høvdu hin legendariska Simon Marshall í enskum á A-støði. Hetta var handilsskúli, men hann koyrdi tað, sum var tað hugbreyt. Mín høvuðsuppgáva var um U2 og tekstirnar hjá teimum. Tað var mín fyrsta successuppliving við einum stórum evni og stórari uppgávu, og fyrstu ferð at lærarin og eg høvdu somu passión – kanska burtursæð frá Karl Erik, sum tosaði um Kierkegaard, og Erik Peter, sum lænti mær Bob Dylan plátur. OK, triðju ferð.

Og so endar miðnám. Fjórði g var stór tíð. Eg fekk mær fýra mánaðir frí frá øllum. Las bøkur, svav og hekk út við vinum. Og fór at skriva. Og so á fiskavirki. Tá las eg í pausunum og um kvøldið og næturnar. Og skrivaði.

Eg segði einaferð við ein vinmann, at Elvis lærdi meg enskt, og Pippi lærdi meg svenskt. “Men,” segði hann, “hvør lærdi teg at jodla?” Tað veit eg ikki, men nú, tá eg hugsi um tað, so lærdi eg at skriva, tá eg gekk í student.