Miðnám á Kambsdali nýggja heimasíðu

Miðnám á Kambsdali hevur fingið nýggja heimasíðu. Síðan er gjørd til at rigga bæði til teldlar, fartelefonir og teldur.

Ætlanin er at heimasíðan skal innihalda kunning av ymsum slag, siga frá tí, sum hendir á skúlanum, kunna um lærugreinir, tiltøk á staðnum, breytir, upplýsa um lærarar og møguleikarnar hjá næmingunum og mangt annað. Somuleiðis eru orðabøkur og onnur hent amboð at finna á síðuni. Í tilgongdini hevur tað havt týdning fyri okkum at heimasíðan avspeglar ein dynamiskan, livandi og kveikjandi skúla, sum vit meta at Miðnám á Kambsdali er.

Tað er Estra Vasti, sum hevur gjørt síðuna og myndirnar hava Beinta á Torkisheyggi og Kristfríð Tyril tikið.