Opið hús á Kambsdali

Mikukvøldið 24. januar letur Miðnám á Kambsdali dyrnar upp á víðan vegg. Frá 17.00 til 21.00 hevur tú møguleika at hitta lærarar, næmingar og lestrarvegleiðarar. Tú kanst eisini uppliva hugnaliga og fjølbroytta lestrarumhvørvið og góðu karmarnar Kambsdali.

Skúlin bjóðar 6 ymiskar breytir, so tú kanst velja júst ta útbúgvingarleið, sum tú heldur hóskar til tín. Hesar eru FHS-Yrkisnám, búskaparbreytin, náttúrubreytin, hugbreytin, fyrireikingarbreytin og serbreytin.

Møguleiki er at søkja inn á allar breytirnar og umsóknarfreistin er 15. mars.