Páll Isholm ársins leiðari
Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali, varð fríggjadagin kosin ársins leiðari innanfyri tað almenna. Hetta hendi á leiðaradegnum, sum Synergi skipar fyri, og sum hevur verið á Hotel Føroyum í dag.
Á leiðaradegnum hittast hópur av leiðarum úr øllum landinum til fyrilestrar og kjak. Seinasta punktið á skránni er at velja ársins leiðara – ein fyri almenna geiran og ein fyri privatu vinnuna.
Burtur úr innkomnu uppskotunum velur ein dómsnevnd trý fyri almenna geiran og trý fyri privatu vinnuna, sum verða innstillað til ársins leiðara. Fyri almenna geiran er Páll Isholm, rektari á Kambsdali, kosin ársins leiðari. Umframt Páll vóru innstillað Hedvig Jóhansdóttir, stjóri fyri Dugna, og Poul Jákup Thomsen, sum í nógv ár hevur verið leiðari fyri Føroya symoniorkestur.
Ársins leiðari fyri privatu vinnuna er Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar Sleipistøð. Umframt hann vóru Árni Jacobsen, stjóri á SMJ og Guðrun Ludvík og Guðrun Rógvadóttir, Guðrun & Guðrun.
Tilnevningin og takkarrøða rektarans kunnu síggjast her (byrjar uml. 9 min inni í sendingini).
Hjartaliga tillukku við heiðrinum.
Mynd: Portal.fo