FRANSKTNÆMINGAR Á FERÐ Í QUÉBEC   

Montréal – fyrri partur

Fyri stuttum eydnaðist nøkrum næmingum, sum lesa franskt á miðnámi, at fara á eina tematiska kanningarferð til provinsina Québec í Kanada saman við lærara sínum, Honnu Jensen. Québec er næstfólkaríkasta provinsin við gott 8 mió íbúgvum av gott 38 mió í Kanada tilsamans.

Sum flestum kunnugt, so er hetta tann einasta provinsin í stóra landinum í Norðuramerika – næststørsta land í heiminum – har einasta almenna málið er franskt. New Brunswick er lutvíst fransktmælt, og har eru bæði franskt og enskt almenn mál. Hesar báðar provinsirnar eru limir í altjóða felagsskapinum fyri fransktmæli: Organisation internationale de la Francophonie (OIF). Nova Scotia og Ontario hava eisini munandi nøgd av íbúgvum við fronskum sum móðurmáli, og hesar provinsir hava tí eygleiðarastøðu í OIF.

Kanada er rættiliga virkið í síni tilgongd at virka fyri fransktmæli í landinum og í heiminum og var tí ein av stovnarunum, tá OIF byrjaði sítt virksemi, hin 20. mars í 1970, og tí hevur 56 ár á baki. Umframt enskt, er franskt alment mál í landinum, og mong læra tí franskt sum annaðmál ella fyrsta fremmandamál.

La francophonie er eitt stórt evni, tá ein lærir seg franskt, tí undir hesum heiti liggja øll tey lond og teir landspartar, har franskt mál hevur ein týdningarmiklan leiklut, eins og allar teirra mentanir, søga teirra og samfelagsviðurskifti. Tískil er hetta ein ótømandi kelda til áhugaverd evni og tilfar.

Ferðin byrjaði beint eftir páskir og lent varð á flogvøllinum Pierre Elliot Trudeau í Montréal. Flogið varð yvir Miðeuropa við millumlending í Eysturríki annan vegin og Suðurtýskland hin vegin. Tað gekk tíbetur alt eftir ætlan, og ferðin var ikki so krevjandi, sum mann kundi stúrt fyri sum næmingur ella sum ferðaleiðari.

Fyrstu dagarnar varð býurin Montréal kannaður og vitjaður – har eru nógv áhugaverd støð og viðurskifti, og tað var gott at hava studerað søgu býarins frammanundan, so upplivingin gjørdist okkurt slag av staðfesting og roynslu av bókligari vitan. Bókin Québec, eftir Cathrine Kronborg Leth, hjá undirvísingarforlagnum Systime varð nýtt sum grundarlag.

Vitjað varð á søgusavninum Pointe à Callière, sum lýsir søguna hjá Montréal – bæði hana hjá upprunafólkunum og hana, tá fraklendingar settust niður her av fyrstu tíð í 1642. Býurin æt fyrst Ville-Marie. Montréal er næststørsti býur í Kanada við uml. 1.8 mió íbúgvum inni í býnum, men við umleið 4,3 mió í stór-Montréal. Har eru eldri býarpartar men eisini øki við skýskavarum. Montréal er tann størsti fransktmælti býurin í Amerika. Québec býur er tó høvuðsstaður ella stjórnarbýur í provinsini Québec.

Farið varð á ein skoytubana mitt í býnum, og tað var sjón fyri søgn, at skoyting er týdningarmikil ítrótt og frítíðarítriv, eins og íshockey.  Vitjað varð í gamla býarpartinum, uppi á fjallinum, Mont Royal, í nnandura býnum Desjardins, her handlar, matstovur eins og gongir til ymsar metro- og tokstøðir eru, sum er sera nyttugt, tí tað mangan er ov kalt at ganga úti og gera ørindi longu vetrartíðina.

Á triðja degnum eydnaðist at vitja grøvina hjá kenda tónasmiðinum, trubadurinum, Leonard Cohen. Hann er av jødiskari ætt, føddur og uppvaksin í Montréal. Ættin kom frá Litava og Polen til Kanada. Hann vaks upp í ensktmælta minnilutanum í Montréal í kenda býarpartinum Westmount, og hansara skúlagongd var á enskum. Hann er grivin í Shaar Hashomayim Cemetery, sum er jødiskur partur av Cimitère de Mont-Royal, har 4 ymiskir kirkjugarðar býta økið á fjallinum ímillum sín.

Farið varð at vitja aðrar býarpartar enn Centre Ville og Vieux Montréal, m.a. Plateau de Montréal og Mile End. Hesin býarparturin er eyðkendur av kreativu bransjuni. Vitjað varð í listagallaríum og øðrum eyðkendum búðum í økinum.

Ein av tjóðarrættunum í Montréal er “la Poutine”, sum er kips, ostabitar og brún sós. Hetta mátti sjálvandi eisini roynast.

QUÉBEC BÝUR – fyrri partur

Hósmorgun skrivaði ferðaliðið seg út av hotellinum og fór við teimum smáu rullukuffertunum á metrostøð og koyrdi til høvuðsjarnbreytastøðina í Montréal, Gare Centrale. Gingið varð fram til fráfaringarhøllina hjá VIA-tokunum, sum koyra ímillum býir í Kanada. Tokferðaseðlarnir vórðu keyptir heimanifrá og stóðu fólk so í bíðrøð, inntil boðið varð umborð. Tað var eitt behagiligt tok og ein sera góð ferð, sum tók uml. 3 og 1/2 tíma. Farið varð av tokinum á Gare du Palais – mitt í Québec býi og tætt við vallaraheimið, har gistast skuldi. Tað lá mitt í gamla, hugnaliga og friðaða býarpartinum, sum er á UNESCO listanum fyri heimsarv.

Her helt fylgið til í 2 samdøgur og hevði eina nokkso pakkaða skrá. Komu fram um middagin hósdag og fóru skjótt niðan til parlamentið í Québec, tá viðførið var stillað á goymslu.

Vitjanin í parlamentinum var ein av høvuðstættunum á ferðini, sum snúði seg um søguligu búsetingina í Québec, og so um øll tey avgerandi tíðarskeiðini, har tey hava kempað fyri at varðveita franskt mál, sína egnu mentan og sín átrúnað, og hvussu samfelagið hevur verið skipað ígjøgnum tíðirnar við týdningarmiklum politiskum arbeiði og lóggávu. Allar framløgur og frágreiðingar vóru á fronskum máli, og ríkiligt høvi var at hoyra, hvussu franskt verður tosað í Québec. Québec býur (uml 575 tús íbúgvar) er nógv minni enn Montréal (uml. 1,8 mió), men er tó býurin, har stjórnin og parlamentið eru, eins og nógvir søguligir stovnar. Hann er millum elstu býir í Norðuramerika, sum europearar hava grundlagt (í 1608).

Uttanfyri vóru nógvar standmyndir av fólkum, sum hava sett síni spor í søgu Québec. Vit hugsavnaðu okkum um standmyndirnar av kvinnum, sum hava arbeitt fyri valrætti og øðrum javnrættindum hjá kvinnum eins og ein var fyrsta tingkvinna í Québec.

Soleiðis fór fyrsti dagur í Quebec býi, og á kvøldi funnu næmingar eina hugnaliga matstovu at royna ymiskar vanligar rættir í býnum.

QUÉBEC BÝUR – seinni partur

Ein sera týdningarmikil stovnur Í Québec er Université Laval, sum er fyrsta og størsta fransktmælta universitet í Norðuramerika. Í sambandi við fakliga mál- og mentanarferð saman við næmingum, sum lesa franskt á A-stigi, varð vitjað á hesum læristovni fríggjadagin á ferðini í Québec býi.

Universitetið hevur hildið til í hesum býi, síðani tað varð grundlagt í 1663 við navninum Séminaire de Québec, við útbúgving í teologi. í 1759 byrjaðu eisini aðrar útbúgvingar sum læknalestur, løgfrøði og list (m.a. arkitekturur). Tað gjørdist Université Laval í 1852.

Fyrst fingu næmingarnir framløgu um universitetið, sum hevur eini 56 túsund lesandi, 4 stór kollegium, nógvar deildir, stórt bókasavn og risastórt ítróttarannlegg. Síðani vitjaði ferðalagið 1 kollegium, ein part av ítróttarøkinum, bókasavnið, hugvísindaligu deildina, eins og gingið varð úti millum kampusbygningarnar og í tunnilsskipanini undir jørð, sum er sera praktisk, eisini tí tað er so kalt í Québec í longu vetrarhálvuni. Ein studentamáltíð varð eisini etin á eini av kantinunum. So høvi var veruliga at ímynda sær eitt lestraruppihald á hesum fransktmælta universiteti, á hesum kampusøki.

Umframt parlament og universitet, so varð vitjað á søguliga slættanum Pleines d’Abraham, har bardagin millum bretar og fransktmælta fólkið saman við upprunafólkinum fór fram í 1759; Eisini varð vitjað í Basse-Ville og Haute-ville í Vieux Québec fyri at síggja sum mest av hesum nærum elsta forna býi europeara í Norðuramerika, sum Samuel de Champlain grundlegði í 1608.

MONTRÉAL – seinni partur

Seinasta samdøgur á mál- og mentanarferð til Québec í Kanada, varð nýtt í Montréal, eftir at ferðalagið var komið aftur úr Québec býi við toki sama veg, sum farið varð við nakrar dagar frammanundan. Og tokferðin var somuleiðis góð hesaferð.

Innskrivaðu seg á hotel til ta seinastu náttina, áðrenn heimferðin skuldi byrja.

Farið varð út at síggja býin á kvøldi eina seinastu ferð – høvdu jú verið í Montréal í 3 dagar fyrr í vikuni. Býurin er kendur fyri mat og matstovur, so har vóru góðir møguleikar eitt leygarkvøld.

Sunnumorgun gjørdu fólk seg klár til ta seinastu av teimum stóru vitjanunum, sum vóru á skránni: at fara til messu í Basilique Notre Dame de Montréal. Hon byrjaði kl.11, og í hampiligari tíð komu næmingar og lærari inn í kirkjuna og fingu góðar sessir á einum bonki frammalaga til høgru.

Fyri okkum, sum búgva í landi við protestantiskum kristindómi, so er tað altíð rættiliga øðrvísi at koma til katólska messu. Men okkurt var kent. Gudstænastugongdin varð fylgd á einum pappíri við tekstum og raðfylgju. Og so kendu fólk aftur sjálvandi trúarjáttan og Faðir vár (Notre Père), eins og fleiri av orðingunum, sum kirkjufólkið svaraði aftur – bert nú á fronskum. Lisið varð úr Ápostalsøguni 2, 40-47 eins og úr einum av Pætursbrøvunum.

Nógv varð gjørt fyri at fáa fólkið at syngja við, við góðum forsangara, sum leiddi. Ymsir kirkjutænarar luttóku við upplestri og bønum, men prestur prædikaði. Og boðskapurin var um ta guddómligu miskunn. Bjóðað varð til altars, og stóra vakra orglið spældi eitt fantastiskt postludium.

Kirkjan er óvanliga vøkur innan, sum sæst á myndunum. Og tað var ein serstøk uppliving, at vera til messu, heldur enn bert at fara inn sum ferðafólk at hyggja. Og stuttligt at vita, at kenda sangarinnan, Célie Dion og Réné Angélil, sáli, vórðu gift í hesi kirkjuni 17. desember í 1994.

Tað var ein týdningarmikil partur av pensum, hvønn leiklut katólska kirkjan hevur havt í søguni hjá Québec, og ikki minst í býnum Montréal, sum varð stovnaður sum ein missión til upprunafólkini í 1642, við Paul de Chomedey de Maisonneuve á odda. Tá æt býurin, sum nevnt, Ville-Marie. Og tíðliga settu nonnurnar, Ursulinurnar, sum bera navnið á Sankta Ursulu, verja hjá skúlaskapi, skúla á stovn her.

Restin av degnum fór til at síggja havnalagið og ymiskt framvið St-Laurent. Farið varð upp í Montréal-hjólið. Onkur royndi rennistrong, og onkur spákaði til minnisvarða fyri sjólátin og sjóferðir.

Vitjað varð í sjómanskirkjuni, Notre Dame de Bonsecours, og síðani varð spákað eina seinastu ferð ígjøgnum Vieux Montréal fyri at fara á hotellið eftir viðførinum og so koyra til flogvøllin Pierre Elliot Trudeau, har Lufthansa skuldi taka sær av at flúgva ferðalagið heim – fyrst til München og so til Keypmannahavnar, har sum Atlantic skuldi taka yvir og flúgva næmingar og lærara seinasta strekkið heim til kæra oyggjalandið.

Ferðin heim gekk væl, og varð fylgið ikki rakt av mongu avlýsingunum, vegna verkfall og vegna rationaliseringar ísbv hækkandi prísir á og atgongd til brennievni. Øll komu heilskapað og nøgd heim, men sigast má, at eitt petti av hjartanum lá eftir í Quebec, so tað er sum altíð eitt sindur sorgblítt, tá ein góð og innihaldsrík ferð endar.