Lærarastørv á Kambsdali 2026/2027
Miðnám á Kambsdali søkir undirvísarar til:
- gymnasialt miðnám í lærugreinunum átrúnaði, enskum, sálarfrøði, støddfrøði, sølubúskapi og vinnulívsrætti
- føroyskt sum annaðmál
- serbreyt
Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum eginleikum.
Útbúgving og royndir
Til undirvísing á gymnasialum miðnámi krevst kandidatsútbúgving í viðkomandi lærugreinum.
Til undirvísing í føroyskum sum annaðmál er tað ein fyrimunur at hava kandidatsprógv og útbúgving í føroyskum sum annaðmál ella viðkomandi royndir.
Til undirvísing á serbreyt krevst læraraprógv ella námsfrøðingaprógv.
Persónligir førleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á, at tú:
- dugir at skapa góð og mennandi sambond við næmingar og starvsfelagar
- dugir at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
- dugir at leggja til rættis og leiða undirvísingina
- hevur ein jaligan hugburð til ungdóm, vitan og læru
- hevur vilja til at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali
Harumframt verður dentur lagdur á, at tú:
- hevur góðar málsligar førleikar, bæði munnliga og skrivliga
- hevur KT-førleikar á góðum brúkarastigi og ert sinnað/-ur at seta teg inn í nýggjar skipanir
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 13. apríl 2026.
Umsóknin skal sendast til ums@kambsdalur.fo.
Spurningar um størvini kunnu setast til
- Christian Joensen, rektari, crj@kambsdalur.fo
- Sunneva Lambavík, útbúgvingarleiðari á serbreytini, sla@kambsdalur.fo
- Christina Jensen, FSA-samskipari, cje@kambsdalur.fo
Nærri kunning um skúlan er at finna á kambsdalur.fo.



