FSA lærarar á Kambsdali 2026/2027
Freistin at søkja er longd til 26. apríl, tí at feilur var í undanfarnu lýsing.
Miðnám á Kambsdali søkir eftir lærarum at undirvísa í føroyskum sum annaðmál.
Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum og persónligum eginleikum.
Faklig førleikakrøv
Umsøkjari skal hava
- útbúgving í føroyskum sum annaðmál
- í minsta lagi bachelorútbúgving í málfaki ella læraraútbúgving við mállærugrein sum linjugrein.
- hollan kunnleika til føroyskt og enskt ella annað viðkomandi fremmandamál.
Persónligir eginleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á, at tú:
- dugir at skapa góð og mennandi sambond við næmingar og starvsfelagar
- dugir at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
- dugir at leggja til rættis og leiða undirvísingina
- hevur ein jaligan hugburð til ungdóm, vitan og læru
- hevur vilja til at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali
Harumframt verður dentur lagdur á, at tú:
- hevur góðar málsligar førleikar, bæði munnliga og skrivliga
- hevur KT-førleikar á góðum brúkarastigi og ert sinnað/-ur at seta teg inn í nýggjar skipanir
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2026.
Umsóknin skal sendast til ums@kambsdalur.fo.
Spurningar um størvini kunnu setast til
- Christian Joensen, rektari, crj@kambsdalur.fo
- Christina Jensen, FSA-samskipari, cje@kambsdalur.fo
Nærri kunning um skúlan er at finna á kambsdalur.fo.



