Aftur á kendar gøtur í starvslæru

Seinastu tvær vikurnar hevur Gudný Johannesen, sum lesur danskt við hjágrein í sálarfrøði á Københavns Universitet, verið í starvslæru hjá Birnu Heinesen, í sambandi við eitt skeið í frálærufrøði í donskum á 8. semestri av lesnaðinum.

Gudný hevur sjálv verið næmingur á Kambsdali frá 2015 til 2018, og vit eru sera fegin um, at hon fekk hug at vitja okkum aftur í sambandi við lesnaðin.

Fyrstu vikuna eygleiddi hon undirvísingina í øllum flokkunum hjá Birnu, og seinnu vikuna undirvísti hon í einum flokki har næmingar, sum ganga á øðrum ári á búskaparbreyt og náttúrubreyt, hava sítt fyrsta ár í donskum.

Flokkurin varð undirvístur í yrkingum hjá Tove Ditlevsen, tá eygleiðingin fór fram. Tá Gudný undirvísti, var yrkjarin Yahya Hassan á skránni. Undirvísingin endaði við, at næmingarnir arbeiddu við “Blackout-poetry” og skaptu soleiðis sínar egnu yrkingar, við støðið í yrkingum hjá Ditlevsen og Hassan.

Mikudag høvdu lærarar í donskum ein av sínum regluligu dansktlærarafundum. Gudný luttók á hesum fundi, og umframt kjak millum lærarar um námsætlan, stílaskriving og tilfar, greiddi Gudný frá teimum lærugreinum sum hon hevur, so lærarar fingu innlit í hvat rørir seg í útbúgvingini í donskum í dag.

Vit á Miðnámi á Kambsdali takka Gudný fyri vitjanina og ynskja henni alt tað besta í framhaldandi lesnaðinum.