Ítróttargleði á Kambsdali
Mánadagin varð ítróttardagur aftur hildin á Kambsdali. Ítróttardagurin á Miðnámi á Kambsdali er eitt av stóru afturvendandi tiltøkunum, sum næmingar og lærarar gleða seg til hvørt ár. Skipað varð fyri kappingum innan eina rúgvu av økjum, so sum kappróðri, togtogan, flogbólti, tryllubørukoyring, hockey, lego-bygging o.s.fr.
Bæði jólamenn, sjórænarar, sjómenn, cowboy’arar og verkfallraktir sjúkrarrøktarfrøðingar kappaðust um at vinna heiðurin sum besta lið. Millum 1.árs-næmingarnar vann flokkurin B23A ítróttarkappingarnar, á 2. ári vunnu jólamenninir í B22A, og millum 3. árs-næmingarnar vunnu sjórænararnir í N21X ársins kapping. Og tey kundu eisini frøast um heiðurin fyri besta ‘team-spirit’, hóast kappingin her var sera jøvn í oddinum.
Áðrenn væleydnaði dagurin, sum ítróttarlærarnir á Kambsdali hava fyriskipað, varð av og vinnararnir avdúkaðir, fingu næmingarnir góða fjálga súpan við nógvum kjøt- og mjølbollum.
Tú kanst síggja fleiri myndir frá ítróttardegnum á facebook-vanganum hjá Miðnámi á Kambsdali
(Um onkur er, sum ynskir, at ein ávís mynd, har tey eru avmyndaði, ikki skal liggja á facebook-vanganum hjá Miðnámi, vinarliga sigið okkum frá)