Christian Joensen tikið við rektarastarvinum
Á miðdegi í dag, 15. november 2023, tók Christian Joensen við farloyvisstarvi sum rektari á Miðnámi á Kambsdali og á Klaksvíkar HF-skeiði.
Í hesum sambandi var ein hátíðarløta í døgurðasteðginum, har starvsfólk fingu ein góðan bita og okkurt søtt omaná, og fráfarandi rektarin handaði nýggja rektaranum lykilin til rektaraskrivstovuna.
Christian Joensen, sum býr í Saltangará, er 51 ára gamal, útbúgvin sivilverkfrøðingur í 1999 og hevur m.a. eftirútbúgvingarskeið í námsfrøði, leiðslu og fíggjarstýring. Hann var lærari í støddfrøði á Handilsskúlanum fyri mongum árum síðan, og eftir fleiri ár hjá Føroya Tele hevur Christian aftur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali hesi síðstu 6 árini – nú í støddfrøði og alisfrøði. Umframt vanliga undirvísing hevur Christian Joensen røkt eina røð av øðrum uppgávum í skúlanum.
Christian Joensen avloysir Honnu Jensen, rektara, ið vegna tingarbeiði hevur fingið játtað farloyvi fram til summarið 2025. Síðan Hanna Jensen, rektari, fór aftur í Tingið, hevur Óli Wolles, vararektari, røkt rektarastarvið.
Vit ynskja Christiani tillukku við starvinum og blíðan byr.